Børnini og arbeiðisfólki á barnagarðinum Drottning Margrethu hildu tað ikki vera serliga spennandi í morgun, tá ein fúlur hundalortur lá beint uttanfyri portrið, tey skuldu um.
Starvsfólkini á Barnagarðinum siga, at hundalortar við barnagarðin og á spæliplássinum eru nærum hvønndagsgestir, og tað er ikki sømuligt fyri børnini. Sjálvandi verður tað tikið upp. Men tað átti ikki at verið ein trupulleiki, tí tað er ikki loyvt at lata hundar ganga leysar, og ilt er at trúgva at fólk, ið ganga við egnum hundi í bandi, ikki sjálvi taka upp eftir hundin.




