Peter A. E. Djurhuus frá Føroya Sílaveiðufelag hevur sent okkum hesar myndirnar einum rættiligum “trølli”, sum fór ígjøgnum laksateljaran um áttatíðina í gjárkvøldið.
Laksurin gjørdi so skjótt av at fara longur niðan í ánna, at myndatólini fingu bert hesar myndirnar av honum. Peter A. E. Djurhuus sigur, at hetta er nógv tann størsti laksurin hann hevur sæð í laksateljaranum.
Víðari sigur Peter, at ringurin, sum laksurin sæst koma ígjøgnum er 28 centimetrar í diametur, so hetta er útvið máti á laksinum frá ryggi til búk. Vanliga tekur myndatólið eina mynd, tá laksurin er komin at liggja við linialina, men sum sagt, so gjørdi hesi ov skjótt av.
Áhugavert hevði verið, um onkur kundi komið við einum boð uppá hvussu langur og tungur hesin laksurin, sum nú svimur í Leynarvatni, er.
Eisini verður áhugavert at frætta, um hann verður veiddur.




