Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein góð skrá hevur sæð ljósið

Danial Viðoy

SF: Ársins skrá til Summar Festivalin hevur sæð ljósið og er nú til taks. Hósdagin er Twisted Sister tað heilt stóra, fríggjadagin stjelur Burhan G yvirskriftina saman við Grandmas Basement og Dynamit og leygardagin er trupult at velja nakran úr rúgvuni, tá nógvir góðir føroyskir bólkar trína á pall saman við Anne Linnet, Basim og Rock Icons.

SF: Ársins skrá til Summar Festivalin hevur sæð ljósið og er nú til taks. Hósdagin er Twisted Sister tað heilt stóra, fríggjadagin stjelur Burhan G yvirskriftina saman við Grandmas Basement og Dynamit og leygardagin er trupult at velja nakran úr rúgvuni, tá nógvir góðir føroyskir bólkar trína á pall saman við Anne Linnet, Basim og Rock Icons.

Tað er talan um góðar tónleikabólkar, ið skulu vísa seg á Summar Festivalinum í ár.

Hósdagurin eitt rokkbrak

Um vit fyrst taka hósdagin, er tað Twisted Sister, ið verða tað heilt stóra. Hetta er jú høvuðsnavnið á festivalinum. Men umframt hetta, er eisini pláss fyri einstaklingum sum Hans Andrias, Sámal Ravnsfjall, Marius, Karl Martin og Ingibjørg & Rana.

Og ein bólkur, ið veruliga hevur spælt seg í hjørtuni á føroyingunum seinastu tíðina, eru Byrta. Byrta hevði eina sera góða framførslu á ársins G! Festivali og ætla at endurtaka bragdið á Vágsbøi um júst eina viku.

Fríggjadagurin er bulurin

Eftir hondini er Dynamitt næstan vorðin bulurin á Summar Festivalinum. Eftir teimum í hølunum eru Grandmas Basement ikki at kimsa at, hóast eingir tónleikaummælarar dáma nakran av hesum bólkum.

Men eitt annað høvuðsnavn verður eisini hendan dagin. Burhan G hevur víst, at tað er dugur í honum og hann dugur at skriva poppløg. – Føroyingar og allarhelst føroyskar damur dáma tónleikin og ikki minst mannin, ið er ein fragd fyri konufólkaeygað.

Aðrir góðir bólkar og einstaklingar hendan dagin eru Herborg Hansen, Eyðun, Terji & Kim, Evi Tausen, Lena Andersen, MC Hár og Uni Debess.

Leygardagurin er sera fjølbroyttur

Signar í Homrum, Halleluja Sofus, Vestmenn, Jens Marni, Finnur Koba, Brandur Enni, Chase, Spælimenninir og ikki minst Eivør eru bert prógv um sera kvalitativan føroyskan tónleik. Signar og Halleluja Sofus eru brennandi heitir og allir hinir í sera góðari venjing.

Og snakka vit útlendsk nøvn eru Basim og Anne Linnet tveir fólkakærir sangarar. Umframt tey bæði Rock Icons. Í fjør vóru Rock Legends á palli og verður tað bara næstan líka gott, ja so er nógv at gleða seg til.

Umframt nevndu eru hendan dagin góð og nýggj nøvn sum Døgg Nónsgjógv, Danny and the Veetos og Ronny & Kollbein.

Sí skránna niðanfyri: