Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein góður ólavsøkuróður og nógvir vakrir búnar

Danial Viðoy

Hóast tað var eitt sindur misjavnt við úrslitum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, gekk væl at avgreiða ólavsøkuróðurin. Tað gekk sera væl. Akkurát klokkan trý varð tann fyrsti róðurin skotin í gongd, og áðrenn klokkan fimm var tann síðsti róðurin avblástur. Nógvir vakrir føroyskir búnar.

Taka vit oddin, gekk bert á einari leið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Hjá 5-mannaførum hjá dreingjum endaði Fípan Fagra á øðrum plássi (og vunnu harvið FM) og hinir dreingirnir umborð á Teklu endaðu á sjeynda plássi. Hjá gentunum endaði Fípan á triðja plássi, og ivasamt er um tær enda á triðja ella øðrum plássi í FM, tí bæði Silja og Drekin endaðu aftanfyri.

Páll Fangi hjá kvinnum megnaði ikki at taka Jarnbard og menninir kláraðu ikki sítt fimtapláss, og endaðu á sætta ella sjeynda plássi.

Klaksvíkingur kláraði akkurát ikki at knógva Nevinum Reyða, til stóra gleði fyri teir.

Her eru nakrar heilt fáar myndir, eisini av føroyskum klæðum og onkrum, ið ætlar sær at giftast, polterabend: