Av løgreglustøðini verður sagt at tað einasta sum brendi, varð sjálv grítan og stearinljósini.
– Øll børnini og pedagogarnir vóru á loftinum, tá onkur kom inn at avheinta eitt av børnunum.
– Hesin gerst varðugur við roykin og samstundis sum hann rópar upp á lofti, fer alarmurin í gongd.
– Børnini og starvsfólkini fóru beinanvegin út úr húsinum og hesin sløkkir eldin við einum eldsløkkjara og tveitir síðani grýtuna út gjøgnum vindeygað.
– Annars gekk alt skjótt fyri seg, og sum sagt kom bert eldur í sjálva grýtuna.




