Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heilsa til pápa okkara á 80 ára degnum

John William Joensen

3. november, ella mánadagin fyllir Otto 80 ár. – Tíðin rennur sum streymur í á — syngja vit — og "nú er nógv vatn runnið á sjógvin" siga vit, – men hjá pápa – er tíðin ikki bara farin avstað, – og vatnið er ikki bara runnið – uttan at hann varnaðist tað – tí hann hevur livað eitt langt og gott lív, – fylt av øllum tí, sum hevur havt hansara áhuga, og tað er nógv!

Frá heilt ungum av, hevur hann lurtað væl eftir teimum gomlu, sum søgdu frá hendingum úr teirra gerandis lívi – og vildi hann fegin læra frá teimum um veður og vind, streym, sjóvarfall, ýtir og plinkar, sum hann goymdi og royndi so væl. Gott var, at alt hetta er komið út í bók, so tað, sum hann lærdi frá forfedrunum, kundi førast víðari.

Sum 14 ára gamal fór hann í smiðjulæru, hetta vildu foreldrini, tey áttu jú ein part í smiðjuni . Pápi fekk tíðliga í lívinum álitispostar, sum 18 ára gamal var hann maskinmeistari á Skálanesi , tá gjørdi hann eitt bragd av einum unglinga , tað var tá kruntappurin fór og hann mátti umvæla hann, meðan teir vóru í Grønlandi .
Longu sum 26 ára gl. bleiv hann smiðjumeistari, – í smiðjuni fekk hann nógv góð ár og stórt er talið á lærlingum, sum hann var meistari hjá – í alt 70 lærlingar ..

Øll okkara barnaár var Smiðjan eitt spennandi stað at koma – tað luktaði av olju – og vit skuldu kanska ansa eftir ikki at dálka okkum, – men har var altíð spennandi at koma – altíð okkurt, sum vit skuldu síggja. Onkur av monnunum plagdi skemtandi at siga: "her koma dreingirnir hjá Otto".

Vit minnast eisini tíðina í 60únum tá nógvir enskir trolara lógu við kei. Nógv arbeið var hjá smiðjumonnunum, tá kundu vit koma við og úr bilinum eygleiða pápa klintrast um lúnningar á rustaðum trolarum, – meðan hann speakaði enskt við skiparan á brúnni.

Hesi árini var hann eisini í sóknarstýrinum – og bert 34 ára gamal bleiv hann borgarstjóri í 2 ár . Hann var í kommununi í 11 ár, til hann segði seg fra í 1970.

Ì okkara barna- og ungdómsárum vóru vit nógvar túrar í haganum við mammu og pápa og heintaðu ber, – onnur í familjuni vóru eisini við, vit spældu og hugnaðu okkum. Tað eru góð minnir…

Pápi hevur dámt væl at komið upp á tindarnar, tí var tað fastur táttur, at fara uppá Háfjall longsta dag. Ein sangur, sum hann hevur sungið nógv er: Kom uppá fjallatind….
Heima hava vit altíð sungið nógv, bæði úr Songbók Guds Fólks og úr Føroya Fólks . Eitt lívligt heim við nógvum sangi og nógvum práti.

Tá vit høvdu skúlating, sum vit ikki kláraðu, dámdi honum væl at hjálpa – við matematik – og eisini við stílum og øðrum, – altíð spentur í tí, sum vit tókust við. Ikki minst at vera við í øllum spæli.

Tað sum pápa hevur dámt allarbest, var at fara á flot, niðan á flesjar til Kallanes, loysa frá landi og stevna út eftir víkini, at fiska, at skjóta fugl, eftir havhesti, skjóta nýsir o.a. Stuttligt var at koma á støð, at vita hvat fongurin var, serliga tá fiskikappingar hava verið og steypini komu í hús

Tá veðrið ikki var til at fara á flot, so hava blómurnar og trøini fingið hansara tíð og vakurt er at síggja hvussu hvør runnur og hvørt træ far góða røkt frá honum og er eitt prýði á Vágsheygnum, har alt veksur so væl, rabarbur, røtir, jørðber, hindber og onnur ber.

Nú tá pápi ikki flótar bát,røkir hann urtagarðin serliga væl og er hvør góð løta í hesum árinum brúkt í honum. Hóast aldurin er nokkso høgur, kunnu hann og mamma gleðast um, at tey enn, saman kunnu fara út at vitja fólk og møta upp til føðingardagar og onnur almen tiltøk, – hetta at vera saman við nógvum fólkum, dámar teimum væl.

Ein serligur hugni í okkara barnaheimi, eru tey mongu fólk, sum eru komin á gátt, ja, har er gáttin ikki høg og har hava nógvar natiónir verið umboðaðar og fingið góðar pannukøkur frá mammu.

Nakað sum altíð setti dám á føðingardagarnar hjá teimum vóru, systkini hjá pápa og tær stuttligu løturnar, tá tey mintust á gamlar dagar. Nú er myndin við at broytast, – tað eru bert fáir dagar síðani , Hans Jákup , sum tann fimti av syskjunum fór heim í teir ævigu búðstaðir.

Eitt vers, sum pápi eisini er glaður fyri er , 5.Mós. 33,27: Búðstaður er hin ævigi Gud, og herniðri eru hinir ævigu armar.

Sum sagt, so er tíðin ikki bara runnin avstað, — sum vit hava merkt, so hevur hvør dagur verið lagdur í Harrans hendur, – Hann hevur verið og er tykkara álit- hetta kann gera hvønn dag til nakað serstakt – so tíðin ikki bara rennur avstað.
Vit ynskja tær tillukku við degnum og takka fyri alt, sum tit eru fyri okkum

Heilsan Lydia og Lena við familjum