Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heilsan til Fylking á 100 ára degnum

Okkum er sent

Okkum er sent:

Árið 1915 var á mangan hátt eitt merkisvert ár í Føroyum. Keypstaðirnir Klaksvík og Tvøroyri fingu t.d. hvør sína avís, Norðlýsið og Føroyatíðindi. Hetta var stórhending tá á døgum. Í báðum førum var, av ymiskum grundum, trupult at geva avísurnar út regluliga, so steðgirnir vórðu fleiri, sum árini gingu. Norðlýsið hevur júst hátíðarhildið hundrað ára dag sín, meðan Føroyatíðindi endaliga mátti gevast í 1961.

Fyri góðari øld síðani tóku arbeiðsmannarørslur seg fram í Europa, og sjálvandi eisini á okkara leiðum. Tvøroyri byrjaði sum bygd eftir kongaligu handilstíðina í 1856 og stóð skjótt í stórum vøkstri. Útgerðarfeløg og reiðarafyritøkur kring fjørðin vóru fleiri í tali, skipaflotin stórur og heimaútróðurin nørdist. Her var arbeiði til allar hendur. Fiskimenn, verkafólk, bæði kvinnur og menn. Fólk komu úr øllum landinum, men eisini úr útlondum, til Tvøroyrar at finna sær arbeiði í fiskivinnu, handilsvinnu, námsvinnu og handverki av ymsum slag. Har var alt til gamans og álvara, og “freistingarnar” mangar í øllum meldrinum. Martin Joensen, sum sjálvur var lærari á Tvøroyri, lýsir væl lívið í social-realistisku skaldsøguni, Fiskimenn.

Longu í 1915 búðu um 1500 fólk í sóknini, verður sagt. Mong høvdu tað smáligt, tímalønin var lág, vøruprísirnir høgir og arbeiðsdagarnir langir og strangir. Mett var í 1915, at tíðin var komin at finna saman í eitt fakfelag. Støðuna á Tvøroyri, stovnanina av fyrsta fakfelagi landsins og drúgva stríðinum hjá Fylking fyri betri korum fyrstu 75 árini av søgu felagsins, hevur Jóannes Dalsgaard dokumenterað og lýst í drúgva megnarverkinum “Fylking”, sum varð útgivið av arbeiðsmanna –felagnum, Fylking, í 1996. Søgan er dramatisk, men sonn. Fylking hevur eina áhugaverda, virðiliga og stolta søgu á Tvøroyri.

Kvinnurnar stovnaðu sítt egna fakfelag F.F. longu í 1922. Á felags aðalfundi 12.juli 2012 vórðu Fylking og Fiskepigernes Fagforening løgd saman. Í samanlagda felagnum eru nú um 300 limir.

Um sjálva byrjanina er frásøgn m.a. “ Rudolf Niclasen kom ein dagin á vári 1915 inn á gólvið at tosa við Hans Bærentsen, Hans á Sundi, um at stovna eitt arbeiðsmannafelag. Hans á Sundi hevði verið í útlondum og kendi soleiðis nakað til organisatión.” Henda samtala førdi til, at lógir vóru skrivaðar og tekningarlistar gjørdir til stovnandi aðalfundin 25.apr. 1915 í Avhaldshúsinum.

P.S. Sum eitt kuriosum kann viðmerkjast, at Rudolf Niclasen var abbi Eydnu Hentze, konu mína, og Hans Bærentsen var langabbi mín. Teir standa saman við 8 øðrum monnum nevndir sum stovnarar.

Vit ynskja Fylking hjartaliga tillukku við 100 ára degnum, takka fyri góð avrik og ynskja góða eydnu við framhaldandi arbeiði.

Virðingarmest :

Eigil og Eydna Hentze

700 Klaksvík.