Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heilsan til Lukkas á Suðuroyar Sjúkrahúsi

John William Joensen

Í Sosialinum mikudagin 31. august, finst leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Ronni Midjord, at mismuninum, sum sambært honum verður gjørdur á Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Í Sosialinum mikudagin 31. august, finst leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Ronni Midjord, at mismuninum, sum sambært honum verður gjørdur á Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Sosialurin skrivar at stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, á borgarafundi í Suðuroynni segði, at hann heldur tað verða eina andsøgn, at fleiri ársverk eru á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí fólkatalið í Norðoyggjum og Suðuroynni er nakað tað sama.

Ein maður sum hevur starvast so mikið leingið í føroyska heilsuverkinum átti at vita, at tað vóru fólk úr Norðoyggjum og Eysturoynni, sum tóku stig til at byggja sjúkrahús í Klaksvík.

Rættiliga stórur partur av Eysturoynni brúkar Klaksvíkar Sjúkrahús dagliga og soleiðis hevur tað altíð verið.

At sami maður, sum bað mynduleikarnar í Havn um at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi, nú vil hava játtanina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi niður á støðið hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur ikki so lítið um visiónirnar hjá hesum  “Lukkas” á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Skal sjúkrahúsverkið í Suðuroynni og Norðurøkinum mennast er neyðugt við visonerum leiðslum á staðnum og ikki persónum, sum ikki vita hvønn teir eru settir at tæna.

Ronni fagar ætlanunum at seta eina Super Sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum, sum skal hava øll sjúkrahúsini undir sær.

Eitt er púra vist, og tað er, at tað kemur eingin almennur stjóri úr Havn at skapa menning í nøkrum sum helst í Norðurøkinum og í Suðuroynni.

Vit mugu sjálvi útbyggja okkara samfelag, tí eingin annar fer at gera tað fyri okkum.