Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heilsan úr Fílabeinsstrondini

John William Joensen

Sylvi Hansen, við Maersk Winner, sendir nordlysid.fo eina heilsan

“Undirritaði  sat og hugdi eftir National Geografic i seinastu viku og millum
annað var ein sending um Føroyar.
Ein breti, sum var komin til Føroyar við stuttleikabáti hevði gjørt sendingina, og vóru myndir úr Tórshavn og m.a. ein útróðrartúrur við Fagranes úr Klaksvík.
Eg kendi Olla a Stongunum i stýrhusinum. Eisini vóru mydir úr Kalsoynni og Koltri.
Kirkjubømenn vóru eftir veðrum, – ein av teimum var 2.meistari
her umborð í fjør,  Pætur á Dul Pæturson.
Hugnaligt var at síggja hesa sending, sum eisini var góð reklama fyri Føroyar.
Vit hava nú fingið internet umborð og Norðlýsið er sjálvandi lagt inn á  favoritt síðurnar.
Hendan greinin er skrivað uttan fyri Fílabeinstrondina (Abidjan).
Vit liggja her vid Mærsk Winner og seta ymist niður á botn, sum verður brúkt innan
oljuvinnuna. Dýpið er 12-1300 metrar og okkurt av tí sum verður sett niður vigar
knapp 150 tons. Mærsk Winner er einasta kranskipið i Mærsk Supply hevur.
Kranin megnar at lyfta 100 tons niður á 2000 metra dypi og 200 tons á 1000 metra dypi.

Vinar heilsan,
Sylvi Hansen  
Mærsk Winner