Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heilt serligur dagur í dag

John William Joensen

At sólin skínur fagurliga er ikki løgið – tí eingin annar enn sjálvur varaborgarstjórin, Jákup Mikkelsen, kann í dag halda sín fimmti ára føðingardag

Minnist fyrstuferð eg møtti „Bigga” á fótbóltsvøllinum. 
Eg var júst fyltur 15 ár og var biðjin um, at venja við 1.deild, tí teimum tørvaði ein málverja.
– Ein høgur bóltur kemur inn fyri og snarar yvir ímóti Jákup Mikkelsen – eg stormi út úr málinum og skal leypa upp og ”skumpa” Jákup burtur!!!!
– Men tað var sum at renna á eitt fjall – eg brá-steðgaði og datt niður við fjallasíðuni – og Jákup kundi uttan hóastak hedda bóltin í tað gapandi tóma málið! 

Eitt fjall hevur nógvar eginleikar – tað kann vera trupult at flyta – tað kann eisini vera trupult at hava við at gera – men eins og við fjallinum eru løturnar saman við Jákup Mikkelsen ríkar og gevandi.

Vit, sum hava spælt saman við føðingardagsbarninum, minnast løturnar í KÍ bussinum, tá hann sló tónan an við sangi og skemtisøgum. 

Altíð skjótur at finna uppá og hugskotini raplaðu út úr ermuni – nakað, sum eisini eyðkennir hansara virkna lív enn í dag.

Hjartaliga tillukku við 50 ára degnum.

Ein KÍ-heilsan
John William Joensen

———————–

Lýsing úr Norðlýsinum:

50 ára føðingardagur

Mikudagin 22. august hevur
Jákup Mikkelsen 50 ára føðingardag.
Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 18 til 22.
Verið hjartaliga vælkomin