Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein hugaligur túrur til Molde

John William Joensen

Tá 1. deild hjá KÍ skuldi leika Europa Cup dyst ímóti Molde, avgjørdi KÍ eisini at lata dyrnar upp fyri at áskoðarar skuldu hava møguleikan at koma við á túrinum.

Ætlanin hjá Kí var, at farast skuldi við leiguflogfari, men orsaka av at flogvøllurin í Molde ikki var opin um náttina, varð í síðstu løgu avgjørt at fara við rutuflogfarinum til Keypmannahavnar, sum millumlendi í Molde.
Vit, sum vóru við á túrinum takka KÍ fyri eina vælskipaða ferð til Molde.
Dysturin var settur til at byrja hóskvøld og tí var farið úr Føroyum týsdagin 12. august.
Longu tá vit vóru komnir til Leirvíkar tók KÍ hond um okkum áskoðarar. Umframt leigaðan buss til leikarahópin, stóð eisini leigubussur fyri okkum áskoðarar.
Ferðin til Molde gekk sum fótur í hosu, har vit lendu seint týskvøldið og vóru bornir á lógvum inn á Hotel Rica Sejlet, ið er eitt spildurnýtt nútíðarhotel á einum støði, sum vit ikki kenna her á klettunum.
Sum navnið sigur, so er hotellið bygt í seglsniði út í fjørðin og sigast má, at tænastan á hotellinum var í serklassa.
Stuttligt var eisini hjá okkum, tá vit komu niður í foyerin um morgunin, at hitta eina føroyska rødd aftanfyri diskin.
Tað vísti seg nevniliga, at kona Kurt Mørkøre, Ragnhild arbeiddi júst á hesum hotellinum sum bókhaldari. Umframt at tosa føroyskt, so var hon okkum øllum ein hollur stuðul. Ragnhild segði okkum, tá vit spurdu hvussu tað bar til at hon tosaði so væl føroyskt, at hon hevði verið 6 mánaðar í Klaksvík tá Kurt var venjari her, men afturat tí høvdu hon og Kurt gjørt av at tosa føroyskt heima við hús, og tað hevði hjálpt henni nógv. Afturat tí hevur Kurt dóttrina Brynhild hjá sær og eisini hon hevur hjálpt Ragnhild við tí føroyska.
Mikudagin 13. samskipaðu áskoðararnir seg til eina bussútferð. Tað var mest Johan Hendriksen, saman við øðrum sum skipaði fyri. Fari varð við bussi til millum annað eina hernaðarlegu hjá týskarum undir krígnum, sum nú var restaurerað og endurreist soleiðis at hendan nú stendur sum ein varði um seinasta verðaldarbardaga.
Annars var dúgliga vitjað í býnum her umleið 23.000 fólk búgva. Tað vit løgdu mest til merkis var, at býurin Molde var sera reinur og vælhildin. Tú sást ikki eitt smusk nakrastaðni. Sera strangt er í Noregi tá talan er um roykjarar, men hóast tað, so eru nærum allastaðni vælskipaði viðurskifti, har tú kanst roykja, bæði á hotellum á Stadion og aðrastaðni og ikki minst hava teir lagt dent á, at vit roykjarar altíð lættliga kunnu sleppa av við sigarettina, um so er at vit eru við at koma inn á øki har ikki er loyvt at roykja.
Sum sagt, so búðu vit væl. Hotellið hjá okkum áskoðarum lá bert einar 50 metrar frá stadion, ímeðan leikarahópurin búði á einum øðrum hotelli í umleið somu fjarstøðu hinumegin stadion.
Molde stadion er ein søga fyri seg og kann bert upplivast. Tað er sjálvda at síggja eitt so væl úr hondum greitt stadion.
Tá tú sært bygningin, hevur tú ikki varhugan av at hetta er ein fótbóltsvøllur. At síggja til á útsíðuni, líkist bygningurin einum og hvørjum øðrum nýmótans handilsbygningi. Vit fingu at vita at stadion kostaði umleið 250 milliónir at byggja og at norski ríkmaðurin Odd Røkke, ið eisini eigur sín part av Nærabergi, eigur umleið 90% í stadion ímeðan vinnulívið í Molde og býráðið eiga seinastu 10 prosentini.
Bert umboð fyri tvinnar føroyskar fjølmiðlar vóru við. Jóannes Hansen fyri Sosialin og Oliver Joensen fyri Norðlýsið. Skjótt funnu vit saman og arbeiddu sum eitt team, har Jóannes helst dróg størsta lessið.
Oliver tók sær fyri størsta partin av myndatøkunum ímeðan Jóannes fyri størsta partin sat bundin til telduna og skrivaði og millum annað legði hann út á heimasíðuna hjá Norðlýsinum, hvørja ferð eitthvørt var at skriva heim um.
Mikukvøldið sluppu vit so fyri fyrstu ferð á vøllin á Stadion tá KÍ slapp at spæla ein venjingardyst.
Sigast skal í hesum samanhanginum, at fyrsta kvøldið tá vit komu til Molde var hampuligt veður. Men allan mikudagin og serliga hósdagin var oysandi regn, ja satt grimdarregn. Í tíðindunum í sjónvarpinum sóu vit hvussu øki í umráðnum har vit vóru lógu undir í vatni og vegir og brýr vóru stongd.
Sum sagt er frammanundan, so er stadion ein søga fyri seg. Hetta kvøldið tá okkara menn royndu vøllin var høvi hjá okkum at taka myndir og annars hyggja okkum um á Stadion. Tíðindafundur var aftaná venjingina, har vit fingu høvi at seta venjaranum hjá Molde spurningar. Fyri okkum kendist hann sum ein ovbyrjaður maður og kendist eitt vet ótryggur. Men vit fingu kroyst burtur úr honum at hann væntaði at vinna 3-0 á KÍ dagin eftir.
So upprann dagurin har KÍ skuldi leika. Beinanvegin um morginun sást, at tað blivu ikki bert teir 37 áskoðararnir úr klaksvík, sum fóru at hyggja eftir dystinum.
Við í okkara ferðalag høvdu vit sjálvandi okkara borgarstjóra, Steinbjørn Jacobsen og konuna. Men eisini Borgarstjórin í Havn, Poul Michelsen úr havn og tríggir aðrir fyri býráðið úr Havn vóru við á ferðini og sjálvandi avgjørdu teir eisini at fara at heppa KÍ undir dystinum í Molde.
Men harumframt var fyrsti maðurin eg møtti tá eg kom upp hósmorgunin, vinmaður mín Thormund Johannesen ella Thormund á Hædd sum vit rópa. Systirsonur hansara, Guttorm Sørensen hevði dagin fyri verið úti á oynni, har Thormund býr saman við familju síni, og vitjað og saman komu teir báðir til dystin. Eisini fleiri aðrir føroyingar í Molde umráðnum komu til dystin. Millum annað hevði Hans Waag fastir sína Hjørdis, sum hevur verið gift í Molde í nógv ár, við og hon bað meg heilsa hjartaliga heima.
Sum sagt regnaði sera illa í Molde allan hósdagin. Leiðslan á Stadion hevði lagt eitt teppi á vøllin, fyri at hann ikki skuldi gerast ov vátur. Men hóast teppið ikki var tikið av fyrr enn umleið ein tíma undan dystarbyrjan so fleyt vøllurin í vatni tá dysturin byrjaði.
Eg skal ikki á hesum teigi koma inn á sjálvan dystin. Men eg kann siga at eg kendi meg ikki sørt einsamallan har eg stóð við málið hjá Molde og væntaði at KÍ fór at skorða. Regnið oysti sum sagt niður og hetta voldi mær stórar trupulleikar, tí eg allatíðina mátti ansa eftir at ikki ov nógv vatn kom at myndatólinum.
Hóast eg ikki hevði regnklæði við, so forbarmaði Hans Waag frá Statoil seg yvir meg, og gav mær ein regnjakka frá sær. Hevði eg ikki havt hann, so hevði Norðlýsið helst ongar myndir fingið.
Eftir dystin bjóðaði KÍ okkum báðum Jóannes at eta saman við teimum, so hóskvøldið bleiv eitt sera hugnaligt kvøld. Men arbeiðið skuldi eisini røkjast. Um 23 tíðina um kvøldið fóru vit aftur á hotellið hjá okkum. Eg skuldi fáa nakarar myndir uppá pláss og Jóannes fór tá at skriva til hitt blaðið í Havn, tit vita Sosialin. Um trýtíðina um náttina fór eg av kamarinum hjá Jóannesi ímeðan hann helt áfram at skriva.
Við morgunmatarborðið um 9 tíðina morgunin eftir spurdi eg hann nær hann var liðugur og segði hann mær at hann helt at klokkan var fýra.
Heimferðin var ein søga fyri seg. Vit fóru úr Molde um miðdagsleitið, men toka var í Vágunum, so at bíða í útivið ein tíma, men ikki vóru umstøður at lenda. Síðani gekk leiðin til Egilstaðar í Íslandi at fáa olju og at strekkja beinini og síðani var aftur ein roynd gjørd. Eftir at flogfarið hevði verið í bíðistøðu norðanfyri eina løtu lætti tokan so mikið at vit kundu lenda um seks sjey tíðina á kvøldi.
Aftur tók KÍ hond um okkum áskoðarar og hevði leigubuss standandi við flogvøllin, soleiðis at framhaldandi vóru borin á lógvum til Klaksvíkar.
Ein frálíkur og áhugaverdur túrur var at enda komin.

Oliver