Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein hugvekjandi og viðkomandi myndaframsýning

Oliver Joensen

Í gjár var aftur fernisering á Gamla Seglhúsinum. Tey bæði Símun og Jastrid hava ríkað okkara samfelag við viðkomandi framsýningum, og tey gera nakað fyri at listarfólk kunnu kenna seg væl.

Hesaferð var tað Zacharias Heinesen, ið vísti okkum sínar framúr myndir, bæði vatnlitir og olju hevur hann brúkt.

Fleiri av myndunum vóru úr Hattarvík og Kirkju og Zacharias hevur rakt umhvørvið har sera beint, bæði tá hann er eitt sindur beinleiðis og eisini í abstraktuni.

Zacharias segði mær at hann hevði verið fýra dagar úti í Fugloy. Orsøkin til at hann hevur verið har er, at Jastrid og Símun buðu honum til Hattarvík, tá hann einaferð hevði eina framsýning á Gamla Seglhúsið. Í summar ringdu tey so til hansara og søgdu honum at ein lagalig løta varð og Zacharias tók av og búði hjá Jastrid og Símin í fýra dagar.

Komandi dagarnar er gott høvi at síggja úrslitið av túrinum hjá Zachariasi Heinisen á framsýningini í Gamla Seglhúsinum.

Tað var Símun Gullaksen, sum bjóðaði vælkomin. Hilmar Høgenni formaður í Listafelagnum segði nøkur orð um Zacharis Heinesen og list hansara og vit fingu tann framíhjá rætt á ferniseringini at hoyra gittarsnillingin Ólav Jacokobsen frumframføra eitt verk.

Ein fernisering á sera høgum støði.