Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein hvalur deyður og annar í andaleypi

Oliver Joensen

 Tað siga tíðindini úr Sundalagnum ímorgun. Jóin Sigurðsson, sum eigur myndina her, sigur at tá hann var á staðnum í gjárkvøldi sá út til at tann eini hvalurin var deyður og hin sýntist at vera deyðanum nær.

Jóin hevur aftur verið framvið ímorgun, har liggja báðir hvalirnir og onki sást til nakað lív, sigur hann.

Nú verður so áhugavert at frætta hvat náttúrugripasavnið fer at gera í hesum sambandi. Hetta er óivað frálík høvi at fáa beinagrindir til hvalastøðina við Áir, nú tað almenna er í ferð við at gera støðina aftur í stand til søgusavn um tíðina tá føroyingar luttóku í stórhvalaveiðuni.

Harleywoodpaint