Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein kaffilúrur er góður

Danial Viðoy

Morgunfakta: Øll kenna vit møðina eftir ein arbeiðs- ella skúladag. Tað fer við nógvari orku. Men ein kaffimuður saman við einum stuttum lúri kann vera við til at rinda møðina munandi.

Morgunfakta: Øll kenna vit møðina eftir ein arbeiðs- ella skúladag. Tað fer við nógvari orku. Men ein kaffimuður saman við einum stuttum lúri kann vera við til at rinda møðina munandi.

Kaffi hevur stimbrandi eginleikar. Kaffidrekkarar kenna væl til tann fyrsta kaffikoppin á morgni, ið bæði er við til at stimbra kropp og sál.

Og tað eru eisini fleiri, sum kenna til døgurðaslangin, ella ein lúr aftaná ein strævnan arbeiðsdag. Ja, tíðum er ein slangur næstan lívsneyðugur.

Nú hevur ein japansk kanning avdúkað, at kaffimuðurin og lúrurin spæla væl saman. – Nakrir persónar eru kannaðir.

Helvtin fekk sær ein lúr, ímeðan hin helvtin fekk sær ein kaffimunn og ein lúr. Teir persónarnir, ið fingu sær kaffimunn áðrenn lúrin, kláraði teldukanningina aftaná væl betri enn teir, ið bert fingu sær ein lúr.

Hvussu tá?

Mikael Rasmussen, svøvn-serfrøðingur á ”Center for Stress og Trivsel”, greiðir frá, at møði kemur frá hormoninum, adenosin. Longri viðkomandi er vakin, tess meira verður adenosin knýtt at heilavevnaðinum.

– Tá ið vit fáa okkum ein slang, verður adenosini niðursett. Tað er týdningarmikið bert at slanga sær í 20 minuttir, tí annars er vandi fyri at fella í ein djúpan svøvn, ið ger tað trupult at vakna aftur, sigur Mikael Rasmussen.

Tað ganga 20 minuttir áðrenn kaffi verður errandi/strimbrandi. So um viðkomandi drekkur ein kaffikopp og síðani fær sær ein slang í tjúgu minuttir, verður úrslitið av hvíldini tvífalt so gott.

– Ein kaffilúrur er eitt gott hugskot, um viðkomandi er sera troyttur og kanska skal gera okkurt orkukrevjandi næstu løtuna. Men tað ræður um at vera varin og helst ikki fáa sær ein kaffilúr eftir klokkan 16.00, tí tað kann ávirka komandi náttarsvøvn, sigur Mikael Rasmussen at enda.

Kelda: søndagsavisen