Hvørki KÍ ella B36 vístu dygdir í fyrsta umfarinum í Formuladeildini í Gundadalið.
Av tí at Stjørnan leikti avgerandi dystir um Føroyameistaraheitið í Klaksvík um vikuskiftið, vóru ikki nógvir klaksvíkingar í Gundadali sunnudagin.
Og tað skuldi eisini vísa seg at áskoðararnir fingu mundandi meira undirhald í KÍ høllini enn í Gundadali sunnudagin.
Ein linligur dystur.
Tað skal sigast beinanvegin at dysturin als ikki verður mintur, sum eitt fótbóltsupplivilsið.
Hvørki av liðnum fekk spælið at glíða og tað tykitst eisini, sum at taktikurin hjá báðum gekk út uppá ikki at tapa, og so var tað av roynari tilvild at annað liðið vann.
Veðrið var hamiligt, hóast eitt heldur kalligt lot, og tað tykti annars sum um at KÍ kom betur frá byrjan.
Bert tríggjar minuttir inn í dystin, hevði KÍ havt trí hornaspørk men úrtøkan var eingin.
Ovi Nysted var í álopinum hjá B36, og stuttligt var at síggja hann aftur í Formuladeildini.
Hóast B36 fekk meira av spælinum á miðvøllinum, so var tað vegan ein misskiljing í miðverjuni at Sylla bráddliga fekk ein málmøguleika, sum hann brúkti til fullnar. So var 1-0 til B36.
Havnaliðini eru sterk
Tey sum fylgja eitt sindur við fótbólti duga at síggja at á papírinum eru Havnafeløgini munandi sterkari enn hini liðin í Formuladeildini.
Soleiðis var heldur einki at ivast í at B36 á papírinum hevur eitt munandi sterkari lið enn KÍ, men samanumtikið so hevði rætt úrslitið sunnudagin verið 0-0 tí sum sagt so megnaði hvørgin parturin at skapa stórar málmøguleikar.
KÍ legði eitt ávíst trýst á B36 ímóti endanum, men tað gjørdist ongantíð vandamikið.
Ein bumba í part
Samanumtikið fáa baði KÍ og B36 eina bombu frá norðlýsinum fyri ikki at vísa vilja til at spæla fótbólt.
1. umfar í Formuladeildini.
B36 – KÍ 1-0
Skála – HB 2-5
GÍ – EBS 0-2
VB – AB 1-0
B71 – NSÍ 0-1




