Millum annað tað, segði Edward Fuglø, listamaður, ið fekk listavirðisløn Nólsoyar Páls í mentanarhúsinum í Klaksvík gamlaárskvøld. Niðanfyri endurgeva vit tað, Edward Fuglø segði:
Takk fyri stuðulin-Hann tykist mær dupult so stórur, av tí at hann er latin mær av mínum egnu
Takkarrøða hjá Edwardi Fuglø tá Listavirðisløn Nólsoyar Páls varð latin gamlaárskvøld
Væl vitandi um, at mong munnu evnini vera at velja ímillum til hesa stórfingnu heiðursløn, vil eg hjartaliga takka fyri tann heiður, ið nevndin fyri Listavirðisløn Nólsoyar Páls hevur sýnt mær í kvøld.
Tað tykist mær ikki so øgiliga langt síðan, at eg sum ein ”vanligur” smádrongur
teknaði meg ígjøgnum barnaárini í Klaksvík. Fekk eg bert ein blýant og eitt pappírsark, var friður.
Í 70-unum vóru ikki nógv tilboð til kreativ børn og ung. Ein kundi lána onkra hissini bók á bókasavninum um, hvussu tú lærir at tekna, ella sum í mínum føri, kundi ein tekna eftir fotomyndum av standmyndum o.ø. í Lademanns Leksikon.
Tá eg var um 12 ára gamal, fekk omma mín meg ein vetur at fara til postalínsmáling hjá Poulinu Joensen. Tað slapp eg, hóast aldursmarkið mundi vera hægri. Eitt kvøld um vikuna sat eg so saman við eini 15 eldri og fryntligum klaksvíkskonum og málaði á koppar og tallerkar. Væl bar til! Ongin alternativur listaskúli var.
Sum 14 ára gamlan fekk Adelborg Linklett meg inn í Sjónleikarafelagið, eitt sera kreativt umhvørvi og ein sonn oasa fyri meg. Har slapp eg at mála leiktjøld o.a. í nøkur ár, til eg fór á listaskúla í Dannmark.
Tá sum nú vóru sjálvandi listafólk í býnum, sum hvør í sínum lagi høvdu eitt einsamælt knoss við síni list. Men hetta eru jú korini hjá einum listafólki. Eisini í dag.
Nakað veruligt alment listaumhvørvi var onki í Klaksvík, og ikki vóru almennu húsini mong í býnum, ið hýstu mentan og list. Hóast hetta hevur Klaksvíkin fostrað nógv av teimum fremstu føroysku listafólkunum innan ymsu listagreinarnar, og hava hesi verið við til at skriva føroyska lista- og mentanarsøgu.
Og sjálvt um fólk her hava arbeitt hvør í sínum lagi við síni list, so standa tey/vit so at siga kortini á herunum hjá hvør øðrum, og er tað samlaða listarliga verkið, ið verður tað sterka andlitið úteftir hjá býnum.
Alment raðfest ella ikki, skapanarevnini eru ring at temja. Hesi seinastu árini er tó av álvara vent í holuni við at seta mentanarlívið á breddan í Klaksvík. Bæði í vilja og verki.
Ein kann bert undrast og gleðast yvir øll tey stóru mentanarligu tiltøkini í býnum, sum nú verða fyriskipað bæði av privatum eldsálum, vinnuni og av kommununi. Ja, longu sum barn fær tú hópin av tilboðum og stuðli.
Mentanin er tikin meira við og hevur fingið betri kor at virka undir. Hetta er nú eisini uppi í tíðini, og er í dag eitt krav til ein og hvønn bý við respekt fyri sær sjálvum.
At býráðið nú gongur undan m.a. við keypinum av posthúsinum, ið skal gerast til stórsligið mentanarhús mitt í býnum, at mentanardeild og ymsir mentanargrunnar eru settir á stovn í kommununi, og síðst men ikki minst at henda árliga og stórfingna mentanarheiðursløn verður latin, ber greið boð um ein bý og eina kommunu, ið hugsar nýtt, og hevur neyðuga mentala yvirskotið til at fjálga um og til at vilja mentan, og harvið eisini trivnað.
Eg takki enn einaferð fyri heiðurin. Hann tykist mær dupult so stórur, av tí at hann er latin mær av mínum egna heimbýi.
Gott nýggjár øll somul.
Klaksvík, gamlaárskvøld 2014
Edward Fuglø




