Tað hevur ikki eydnast at fingið fatur á landstýrismanninum, men fyri lítlari løtu síðan fingu vit fatur á yvirlæknanum, Jákup Petersen, sum júst hevði verið saman við bygginevndini á fundi saman við landsstýrismanninum.

– Talan var um ein sera positivan fund har tað kom fram at Heilsumálaráðið hevði í eina tíð arbeitt við mest átrokandi trupuleikanum sum er hølistrupuleikin. Sum tað sær út í løtuni sær út til at ein loysn verður funnin og tí haldi eg at sum støðan er nú sær tað gott út fyri virksemið á sjúkrahúsinum – so eg eri sera fegin um hetta, sigur Jákup Petersen av Hotel klaksvík fyri løtu síðan. Hann vildi tó ikki siga hvat loynin innihelt ítøkiliga.