Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein mynd sigur meiri enn túsund orð

Jógvan Eliasen

Einki vatn, – einki lív, so einfalt er tað. Vatn er ov verður eitt tilfeingi, ið almenni mynduleikin eigur at raðfesta høgt. Vit seta størri og størri krøv til nýtsu av vatni, bæði til orku og vinnu.

Mær líkar væl at seta sjónarmið í perspektiv. Danir plaga at taka til at “overdrivelse fremmer forståelsen”. Soleiðis er bæði við orðum og myndum.

Einki vatn, – einki lív, so einfalt er tað. Vatn er ov verður eitt tilfeingi, ið almenni mynduleikin eigur at raðfesta høgt. Vit seta størri og størri krøv til nýtsu av vatni, bæði til orku og vinnu.

Men vit troyta vatnið á bíligasta og verst hugsandi hátt fyri náttúruna. Vit taka áir og løkir sum teir renna, og lata sum um at tað einki ger. Taka einki umhvørvislig atlit. Soleiðis er tað bara ikki. Tað er sjón fyri søgn.

Kommunurnar, SEV og alifyritøkurnar fara at krevja enn størri nøgdir av vatni framyvir, og halda vit áfram við at taka vatn sum vit gera, kann skaðin gerast so stórur, at tað ikki vendst aftur.

Tí er neyðugt at rópa varskó. Vit mugu til at savna vatn í gjørdar goymslur ímeðan regn er, so tað er tøkt tá turkur er, – so einfalt er tað.

Onkur vil kanska siga, at hasin Jógvan Eliasen er eitt neiligt grenj, ið møsnar upp í saman um sama evni.

Men eg meini tað í fullum álvara, at tað er eins átroðkandi hjá kommunum og landi at nýta pening til vatngoymslur, sum til havnir, vegir og brýr.

Íløgur í vatngoymslur skulu avskrivast yvir 1000 ár fram, – og meiri enn tað.

Nú hevur turkur verið í eina tíð, og kortini ikki serliga leingi.

Tit kunnu síggja hvussu tríggir teir nærmastu dalarnir síggja út í dag, 2. juni 2016.

Tað eru ikki nógv 1000 tons teir geva hvørt samdøgur, – og tað kann saktast gerast verri.

Ein mynd sigur meiri enn 1000 orð.

Góðu mynduleikar, – hugsið um hetta, tá ið framtíðar íløguætlanir skulu gerast.

Við vatnkvøðu

Jógvan Eliasen