Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein nátt í Heygadali

Oliver Joensen

Nú tað frættist, at til bar at fiska síl í vatninum í Heygadali í Vestmanna, vóru vit nakrir, ið leitaðu okkum tann vegin týskvøldið.

Nú tað frættist, at til bar at fiska síl í vatninum í Heygadali í Vestmanna, vóru vit nakrir, ið leitaðu okkum tann vegin týskvøldið.

Sílaaling hevur verið á vatninum har, og nú bert nakrir lívfiskar ganga eftir í ringunum har, hevur verið givið avmarkað loyvið at fiska í vatninum undir strongum eftirliti. Millum annað krevst at øll útgerð verður sóttreinsað áðrenn tú sleppur til vatnið.

Ymiskir reiðskapir blivu nýttir týskvøldið. Har vóru fólk við floti og agni, og tað var helst tann fiskihátturin í fiskaði mest, síðani vóru pilkar og spinnara brúktir, og eisini vóru flugutráður á lofti.

Sílini vit fingu vóru stór og góð, har vóru ælabogasíl, vatnasíl og eisini bleikjur. Vit fingu tvær bleikjur, tær vóru báðar 49 centimetrar til longdar, ímeðan ælabogasílini komu upp í 6 pund.

Hanus í Niðristovu, bóndi og ein av eigarunum av partafelagnum Røkt, sigur, at á vatninum hevur verið aling síðani 1981. Í 1995 góvust teir, su aldu har, og eftir tað tók Røkt yvir og hevur rikið sílaaling á vatninum upp til í dag, nú ongin vil ala síl á sjónum longur. Orsøkin er at laksaprísurin hevur verið so góður at alararnir velja heldur laksin framum sílini.

Vit hava hildið tað vera eitt sindur spell, at tað kynsbótararbeiðið, ið er lagt í sílini, sum ald hava verið í Føroyum nú skal fara fyri skeyti.

Enn ganga so umleið 900 lívfiskar í ringunum her, og arbeitt verður við at fáa teir fluttar á annað stað, men tað hevur higartil gingið eitt sindur striltið, sum vit skilja.

Vit hava valt at loyva nakað av fisking nú í eina tíð, men væntandi verður tað ikki leingið,sigur Hanus í Niðristovu, bóndi í Vestmanna.

Vit tríggir, sum vóru við vatnið í Heygadali í nátt vóru aftur við hús um trýtíðina við góðum fongi og eini stórari náttúruuppliving ríkari. Sum sæst á myndunum, stríddist ein tjaldursungi at koma úr egginu í nátt, imeðan bróðurin ella systurin lá og bíðaði eftir honum.

Oliver

Harleyfacadeacryl