Síðani ársskifti 2013/14 havi eg fingið eitt heilt annað innlit í Suðuroynna og tess oyggjabúgvar.
Hugurin at búseta meg har er vaksin, og eg havi nú í gott ár tilsamans havt bústað á Tvøroyri. Fólkið er blítt, vinsælt og stuttligt.
Hetta tíðarskeiðið hevur eisini latið míni eygu fyri tørvinum í Suðuroy.
Sjúkrahúsið
Læknafelagið er komið við tilmæli um, at Føroyar mugu hava einar 50 læknar afturat fyri at nøkta tørvin í heilsuverkinum nóg væl. Sjálvandi skulu læknar eisini setast í Suðuroynni.
Læknar undir útbúgving uttanlands aftra seg við at koma til Føroya, orsakað av politiska óskilinum í vantandi raðfestingini innan heilsuøkið.
Her má stórt tak takast fyri framhaldandi at fáa læknar at koma aftur til Føroya at virka. Og sjálvandi skulu vit bjóða læknum av øðrum uppruna at koma til Føroya, um hugur er til tess.
Suðuroyar sjúkrahús hevur havt stórt sæð sama tal av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum við meira síðani 2000.
Neyðugar tíðarhóskandi uppraðfestingar eru ikki gjørdar, og játtanin hevur mestsum staðið í stað.
Úrslitið er, at leiðslan, orsakað av fíggjarligum avmarkingum, má niðurleggja føðideildina, tí har manglar ein skurðlækni.
Tað er sjálvandi ein katastrofa, tí so aftra (komandi) barnafamiljur seg við at búseta seg í Suðuroy.
Eg vil virka fyri at fáa sett neyðuga skurðalæknan afturat, og hann skal eisini kunna taka sær av fleiri skurðviðgerðum av øðrum slag.
Har er ein nýmótans skurðstova, sum tíanverri ikki verður brúkt nóg nógv av tí sama.
Smyril
Suðuroyingar hava verið offraðir. Í fyrsta lagið fyrst tí Smyril hevur havt skerda motormegi. Hesin trupulleiki var óneyðuga drúgvur, tí fyrst varð spart, tá skipið bleiv bygt, og harumframt var peningurin heldur ikki játtaður beinavegin til neyðugu umvælingarnar av Smyrli.
Samstundis er túratalið lækkað, uttan at suðuroyingar eru eftirspurdir.
Eftirskúli og ferðavinna
Suðuroyggin er væl egnað til at hýsa einum eftirskúla, tí oyggin er serstøk, og nátturan er framúr í Suðuroy. Tað eru eini 100-200 ungdómar, ið fara til Danmarkar á eftirskúla. Tað tekur tveir tímar at flúgva, men flogferðaseðilin er dýrur og ger, at tey ikki kunnu vitja familjuna so ofta. Tá er tað lættari at sigla tveir tímar við Smyrli fyri at sleppa heim til familjuna um vikuskiftini. So sjálvandi ein eftirskúla í Suðuroy.
Ferðavinnan er vaksandi og upplagt er hjá ferðavinnnuni at bjóða dagtúrar ella longri túrar, um vit fáa hækkað túratalið.
Tað líkist ongum, at Hvalbiartunnilin er niðurraðfestur í so mong ár, elsti tunnil í landinum, og so kostaði hann júst tað sama, sum Viðareiðistunnilin.
Vilt tú Suðuroynni væl, vel so ein argjafrens inn á ting
Teitur Vágadal
løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin




