Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein nýggjur kapittul: Emil í skúla

Danial Viðoy

Í dag byrjar ein nýggjur kapittul í lívinum hjá Emil Bjarnaskor. Hann er í dag byrjaður í skúla, eftir áralanga fráveru. Stutt eftir Summar Festivalin 2011 sá hesin møguleikin ikki so bjartur út, men Emil hevur gjørt hesum til skammar og fer nú aftur á skúlabonk.

Í dag byrjar ein nýggjur kapittul í lívinum hjá Emil Bjarnaskor. Hann er í dag byrjaður í skúla, eftir áralanga fráveru. Stutt eftir Summar Festivalin 2011 sá hesin møguleikin ikki so bjartur út, men Emil hevur gjørt hesum til skammar og fer nú aftur á skúlabonk.

Emil hevur glett seg nógv hesa seinastu tíðina til fyrsta skúladag. Í dag upprann so dagurin. Hann er byrjaður á Handilsskúlanum á Kambsdali í einum heilt vanligum flokki. – Bæði hann, familjan og vinir gleðast um, at tað kann lata seg gera.

Tekur tað í smáum

Tað er eyðsæð, at Emil ikki fær virkað eins og øll onnur. Soleiðis er sjálvsagt eisini í skúlanum. M.a. kann hann ikki skrivað eins skjótt og hann kundi ynskt sær. Tað er Emil eisini klárur yvir, og tí tekur hann ikki so nógv ísenn.

Í byrjanini fer hann at taka ta mest sentralu lærugreinina á Handilsskúlanum, sum er sølubúskapur. Tvs. at hann tekur eina lærugrein ísenn. – Hetta verður, ið hvussu er tað, sum verður roynt í fyrstu syftu. Øll stig verða tikin í samráð við Emil.

Ein stórur møguleiki

Tað er eingin ivi um, at Emil er ein persónur við serligum avbjóðingum. Tað eru heilt fá av honum í danska ríkinum. Tí er hetta ein sera stórur møguleiki, sum Emil Bjarnaskor hevur fingið frá Handilsskúlanum á Kambsdali.

Og undirritaði veit, at Emil fegnast um hendan møguleikan. Tí Emil vil fegin hava eitt so vanligt lív, sum møguligt er. Skjótt fær Emil eisini egna íbúð. – Jú, tað eru nógv ting at fegnast um hjá Emil um dagarnar.

Vit á Norðlýsinum ynskja Emil Bjarnaskor góða eydnu við lesnaðinum.