Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein opin kommuna

Lone Høeg Bejer, valevni fyri Tjóðveldi

Eitt ríktsamfelag er eitt opið samfelag – opið fyri broytingum og íblástri. Eittsamfelag, sum megnar at menna seg. Samstundis sum vit hávirða siðir, mentan ogsøgu – røtur okkara, uppruni okkara. Tað er eitt samfelag, sum hevur virðingfyri einstaklinginum.

Alt tað góða, sumlongu er í Klaksvíkar kommunu, er grundarlag okkara. Vit hava fyrst og fremsteina sterka fiskivinnu, eisini hava vit aðrar vinnur, sum eiga ein týðandileiklut í samfelagnum. Vit hava eitt ríkt mentanarlív – har eru góðirtónleikarar, sjónleikarar og góð listafólk og ítróttarfólk. Vit hava einaspennandi søgu og eina vakra náttúru. Vit hava sjúkrahúsið og Íverksetarahúsið.Vit eru ein fjølbroytt kommuna – har eru heilt smáar bygdir, og har ernæststørsti býur í landinum. Til samans gevur hetta okkum góðar møguleikar til framhaldandiat halda kósina.

Eitt týðandiamboð í hesum er opinleiki.

Í einum opnum samfelagihava øll møguleika fyri at vísa, at tey hava tað, sum ger munin. Tí skulu vitaltíð vera opin fyri, at øll hava sítt íkast at koma við. Møguleikar og hugskotskulu mennast við opinleika. Tá ið ein møguleiki kemur, skulu vit tora takahann. Einasti “vánaligi møguleikin” er hann, sum ongantíð verður tikin. Sjáldsamter, at eitt gott hugskot er fullkomið beinanvegin. Men tá ið arbeitt verður viðtí, tá tað verður sett saman við øðrum hugskotum, kann tað vísa seg at geramunin.

Tað týdningarmestaav øllum er, at vit virða menniskjur og førleikar teirra. At vit virða, hvørtey eru, og at vit hjálpa, har tørvur er á tí. Hetta merkir, at vit skulu verasterk á nógvum økjum, á øllum økjum. Vit skulu hava ein sterkan skúla. Vitskulu hava eitt væl skipað eldraøki. Vit skulu skapa góðar umstøður til fólkvið likamligum ella sálarligum avbjóðingum. Vit skulu hava gott samskiftimillum økini. Vit skulu stuðla undir, tá ið fólk taka stig til at skapavirksemi. Vit skulu góðtaka, at ikki øll hava somu mál í lívinum.

Ikki minst skuluvit taka væl ímóti teimum, sum flyta til kommunu okkara úr øðrum londum. Teyskulu hava rættindini og ábyrgd – eins og øll onnur. Hetta krevur, at vit ogtit vilja. Tey skulu frá byrjanini av hava tilboð um at læra føroyskt, læra umføroyska samfelagið og um føroysku mentanina. Vit skulu vita, hvørjum førleikumtey koma við. So kunnu vit í felag skapa grundarlag fyri, at tey eisini kunnugeva sítt íkast til samfelagið – eitt sum gevur teimum sjálvsvirði. At teyskulu læra um føroysk viðurskifti, er ikki tað sama sum at tey skulu livaakkurát sum føroyingar. Tað er júst styrki teirra, at tey hava nýggjan íblásturat geva – at tey síggja tingini við øðrum eygum, at tey koma úr einari aðrarimentan.

Fyrstu stigini vórðutikin, tá samgongan í kommununi, við Tjóðveldi á odda, stovnaði einaintegratiónsnevnd. Men enn eru viðurskiftini ikki nóg góð.

Seinastu fýraárini í Klaksvíkar kommunu hava víst, hvussu vit saman og við opinleika havamegnað at styrkja kommununa. Hendan kósin skal halda fram.

 

Lone Høeg Bejer, valevni fyri Tjóðveldi

 

Harleywoodpaint