Tíðindaskriv – Løgmansskrivstovan: Tað er mín vón, at frálíka úrslitið hjá Helga Dam Ziska í Baku slóðar fyri enn einum frambroti í føroyskari telving. Vit hava sæð í øðrum ítróttagreinum, hvussu sterk og sannførandi einstaklingaavrik kunnu menna eina heila ítróttagrein.
Tað segði løgmaður millum annað á hátíðarløtu seinnapartin í Tinganes fyri Helga Dam Ziska, stórmeistara í talvi.
“Tað er eitt bragd, sum tú hevur rokkið. Seinastu fýra árini hevur tú tikið eina krevjandi útbúgving í Edinburgh samstundis sum tú støðugt hevur tikið teg fram í telving. Hetta er rættiliga óvanligt. Og tú ert ein óvanliga gávaður telvari”, vísti løgmaður á í røðu síni.
Mynd: Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Helgi Dam Ziska, stórmeistari í talvi.
LES RØÐU LØGMANS NIÐANFYRI:
Góði Helgi!
“Tað er veldigt at fáa staðfest, at føroyingar ikki bara eru óførir við fótinum og ørmunum, men eisini við høvdinum.”
Hetta var ein av mongu Facebook-viðmerkingunum mánadagin, tá ið bragdið hjá tær í Baku var veruleiki. Og viðmerkingin er beinrakin! Við óføra góða úrslitinum hevur tú skrivað føroyska ítróttasøgu! Hjartaliga, hjartaliga til lukku við tí!
At vit nakrantíð fóru at fáa ein stórmeistara í Føroyum hevur verið ein fjarur dreymur. Men tá ið tú – Helgi – sum blaðungur telvari steig upp á føroyska talvpallin, birtist ein sterk vón um, at her var telvarin, sum einaferð fór at gera bart. Og tað hevur tú gjørt ferð eftir ferð.
Sannførandi avrikini hava nú við sær, at fjari dreymurin um føroyska stórmeistaran nú er ein veruleiki.
Góði Helgi
Tað er eitt bragd, sum tú hevur rokkið. Seinastu fýra árini hevur tú tikið eina krevjandi útbúgving í Edinburgh SAMSTUNDIS sum tú støðugt hevur tikið teg fram í telving. Hetta er rættiliga óvanligt. Og tú ert ein óvanliga gávaður telvari.
Tú ert málrættaður. Fokuseraður. Treiskur. Áhaldin. Og róligur. Hesir eginleikar hava verið avgerandi fyri tína menning. Tú ert tann besti telvarin í Føroyum nakrantíð. Longu sum 16 ára gamal gjørdist tú altjóða meistari, og nú 10 ár seinni ert tú okkara fyrsti stórmeistari. Tíni sannførandi avrik hava flutt markið fyri, hvat vit kunnu røkka í føroyskari telving.
Tú ert av kendari talvætt. Eftirnavnið Ziska hevur myndað føroyska telving í fleiri áratíggju. Í Sosialinum í gjár kundu vit lesa um “Talvklekingardepilin í Bøkjarabrekku”. Pápi tín Andrias varð føroyameistari í 1983 og var millum fremstu telvarar í fleiri ár. Sama kann sigast um pápabeiggjarnar, Suna og Bjarka.
Góði Helgi
Mangir leikir eru í longum talvi! Og mong eru tey, sum hava tikið eitt tak fyri at lyfta føroyska telving fram á leið – ikki minst øll, sum hava myndað talvlandsliðið og teir, sum ótroyttiligir hava vant ungar telvarar í Føroyum. Predrag Nikolic og Ivan Sokolov hava eisini havt stóran týdning fyri føroyska telving.
Tað er mín vón, at frálíka úrslitið í Baku er við til at slóða fyri enn einum frambroti í føroyskari telving. Vit hava sæð í øðrum ítróttagreinum, hvussu sterk og sannførandi einstaklingaavrik kunnu menna eina heila ítróttagrein. Eg kann til stuttleikar nevna, at sjálvur havi eg ein 10 ára gamlan son, sum bæði spælir fótbólt og telvar. Hjá honum eru bæði Gareth Bale og Christiano Ronaldo stjørnir, men størsta av øllum stjørnum ert tú Helgi. Tíni avrik seinastu árini fara uttan iva at kveikja eina sterka vón og geva neyðuga áræði hjá yngra ættarliðinum.
Her at enda vil eg enn einaferð ynskja tær hjartaliga til lukku við bragdinum í Baku. Somuleiðis takki eg Talvsambandi Føroya og øllum talvfeløgunum fyri teirra ótroyttandi arbeiði. Fyri at heiðra títt serstaka avrik, hevur Landsstýrið eina gávu, sum vit vilja lata tær.
Takk fyri!
Aksel V. Johannesen
Løgmaður




