Kringvarpið bar á middegi tíðindi um, at helmingurin av fíggjarnevndini vilja leggja tað soleiðis til rættis, at arbeiðið við Viðareiðistunlinum ikki skal steðga, orsakað av manglandi peningin. Góða og skjóta arbeiðið skal ikki verða steðga frá politiska skrivaraborðinum, eru flestu politikkarar samdir um.

Tað er líkt til at øll í fíggjarnevndini eru á einum máli um, at góða gongdin at gera Viðareiðistunnilin ikki skal hava ampa av manglandi peningi. Peningur er játtaður á fíggjarlógini ár fyri ár; og sum nú er, gongur arbeiðið so væl, at pengar fara at mangla í til hetta fíggjarárið. Men fíggjarnevndin vil ikki steðga góða arbeiðinum.
Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, segði at tað bar til at steðga onkrum øðrum arbeiði og seta teir pengarnar í tunnilin. Síðani kundi arbeiðið, sum peningurin varð tikin frá, fáa pengar, sum eru játtaðir til Viðareiðistunnilin, komandi fíggjarár.
Hann segði eisini, at tað bar til at lata arbeiði koyra víðari og lata arbeiðsgevarin rinda hetta fyrst og fáa manglandi peningin, sum er játtaður til komandi fíggjarár. – Tað trýtur ikki við møguleikum.
Janus Rein, limur í fíggjarnevndini, heldur at hetta er ein positivur trupulleiki. Ein positivan trupulleika, eigur at verða loystur við líka positivum anda. Tí tað eru nokk av negativum íløgum, íløgum, sum fara út um fíggjarligu rammurnar. Nú gongur alt betri enn ætla og sjálvandi eigur tað at fáa politiska vælvild.
Arbeiðið við Viðareiðistunlinum hevur gingið avbera væl, nógv betri enn væntað. Um arbeiðið heldur fram, sum tað eftir øllum at døma fer at gera, kunnu brúkarar koyra í gjøgnum tunnilin longu í 2016. Frá byrjan varð væntandi at koyrandi var í gjøgnum í 2017.