– Eg skilji ikki at mann skal gera slíka revolutión áðrenn jól, sigur Kári P. Højgaard.
– Eg skilji ikki at mann skal gera slíka revolutión áðrenn jól, sigur Kári P. Højgaard.
Í løtuni er 3. viðgerð av um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. (Lækkan av grundupphædd og hækkan av viðbót til fólkapensjón).
Kári P. Højgaard úr Nýggjum Sjálvsstýri heldur tað vera út um alt mark, at so nógv lógaruppskot eru komin í gjøgnum og onnur eru á veg, uttan nakra hoyring.
Tað var rópt og skeldað seinasta valskeið um gjøgnumskygni og upplýsing. Men hesi somu gera tað beint øvugta í løtuni við at gjøgnumføra eina sovorðna rúgvu, uttan nakra sum helst hoyring.
– Ongantíð eru lagt so nógv uppskot fram og gjøgnumførd, sum ikki eru farin til hoyringar, sigur Kári P. Højgaard.
– Eg tori at garantera fyri tí, at ongin kann yvirskoða hesi inntøkulógaruppskotini. At øll hesi lógaruppskotini, sum eru koyrd ígjøgnum, hvat tey í veruleikanum koma at gera við tað føroyska samfelagið, sigur Kári P. Højgaard á Tingsins Røðarapalli.




