Orðini um opinleika og sannleika koma ikki so sjálvdan fyri, ein sannleikið flest Gudsóttandi kunnu merkja so umtokaðan av ósannleika at tað bert eru fá sum sýggja og merkja tað. Soeliðis er tað við sannleikanum um heilagu skriftina og tað er serliga orsakað at soleiðis er tað við sannleikanum um bønina sum er allur Guds- kunnskapur og sannindaprógv. Hesin lærdómur er í okkara døgum vorðin sera avskeplaður og spottrikin. Tí er so umráðandi at vit áminna hvønnannan, og at orðsins tænarar Guds klárt og tíðiliga útleggja hvussi stendur til við tí orði og sannleika, sum áleina hevur kraftina til at troysta og frelsa sálir okkara.
Skal skriftin troysta okkum yvir missir ella tap av tímuligum tingum heimsins, troysta okkum í frelsis sak okkara, tá má hon verað eitt Guds orð, tí vit kunnu ikki troystast uttan at blíva upplýst um Harrans sinnið, og hvør hevur kent tað? Tað er klárt hvat apostulin Paulus hevur sagt: Líka sum eingin veit hvat í býr ímenniskjanum uttan andi hennara, so veit heldur eingin hvat í býr í Gudi uttan andi hansara. Ráðagerð Guds til frelsu menniskjunar og korðini fyri tað æviga lívið eru ting onki mannaeygað ella oyra kenna nakað til er heldur ikki uppkomi í hjørtum okkara, men bert kann opinberðast teimum íð elska Gud við tí anda sum ransakar øll ting eisini dýbdina í Gudi. Nei einki kann tilfulnar troysta uttan orð, sum vit nokk vita og trúgva eru frá honum, sum áleina hevður megið til at frelsa ella avvísað, hann sum kennir sjálvan seg og ikki kann siga ósætt.
Jóhannes M.Olsen



