Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein seinasta heilsan til pápa mín Fischer Hansen

Eyðbritt

Minningarorð.? tað “skurrar” so í oyrunum, so eg vil heldur siga, at eg sendi tær eina seinastu heilsu, babba…

Fischer Hansen var føddur í Mikladali, 23 juni 1944. Sonur Elspu Súsannu (av Húsum) og Jóhan (úr Mikladali). Tey vóru 5 systkin, Guttorm, Olaf, Elsa, Fischer og Hansina. Babba og Hansina vóru tvíburðar.

Babba kom á ungum árum at merkja “svian” av lívinum. Bert 12 ára gamal, gjørdist hann faðirleysur, í 1978 doyði mamman og í 1983 doyði elsta systurin Elsa.

Tann 19 február 1966 giftust mamma og babba. Mamma eitur Karolina, og er dóttur til Elly og Eivind Niclasen.

Tey fingu okkum trý systkini, Eyðbritt, John Erik og Súsannu.

Summir dagar eru “skeringspunkti” í lívinum, soleiðis bleiv 4 január 2013, fyri okkara familju.

Ein frálíka vakur morgun. Rokið av nýggjárinum hevði lagt seg, og tað var vakurt, stilt og kalt. Babba var saman við einum vinmanni farin norð til Mikladals at geva seyðinum, sum so ofta fyrr. – Eg var til arbeiðis, hetta var fríggjadagur, eg gleddi meg at fáa vikuskifti. Ein vinkona ringdi, bað meg fara niðan til mammu, tí okkurt var hent við babba í Mikladali, eg hugsaði við mær, ja..? Um okkurt var hent, so fekk eg ikki gjørt nógv við tað, og dugdi ikki at síggja, hví eg skuldi fara niðan til mammu, tí babba skuldi koma aftur kl 16, men eg fór avstað, deyðan vardi meg ikki.

– Babba andaðist har norðuri, millum seyðirnir, henda sjálsama vakra vetrardag, bert 68 ára gamal.

– Babba… eg skilji als onki. Haldi tað er so órættvíst, tú vart alt ov ungur at fara frá okkum. Vit hava so nógv brúk fyri tær, eg eri slettis ikki liðug at spyrja teg um ráð. Sakni at tú bara stendur her… Í køkinum hjá mær í Leirvík, sum tú plagdi, líka ein kaffimunn, eitt prát, eitt smíl.

Eg eri í allari sorgini so takksom, at eg slapp at kenna teg í 45 ár. Minnist við gleði á barnaárini……. hvørja summarferiu, heystferiu og páskaferiu… tá var eittans ferðamál, “norð til Mikladals”…… Minnist allar fjallatúrarnar, minnist serliga túrin norð á Nestind, vit vóru fleiri fólk í ferðalag, ta ferðina, mamma var ikki við, hon var heima og hevði pannukøkurnar klárar, tá vit komu aftur. Niðan á Háls, norð á Kallin og oman í fjøru at hyggja eftir brimi……

Eg havi í hvussu so er, fingið “inspiratión”, tí eg havi skrivað eitt ótal at stílum, um -og úr Mikladali. – Vinkonir slapp eg sjálvandi at hava við norð.

Tolin var tú sum fáur. Abbabørnini gleddist tú um, og tey um teg. Tey flokkaðust rundan um teg, tá tú komst inn. Eg eri glað um at okkara børn eru so stór, at tey fara altíð at minnast teg. Spell fyri tey yngru…..sum ikki koma at minnast teg, men babba, vit vilja fortelja teimum um teg. Tað er so nemt, tí myndir eru tiknar í hópatal, tær flestu tá tú liggur á gólvinum og byggir lego, ella situr á sofuni og lesur teimum søgu. – Tey sakna teg so nógv.

Góði Babba, eg eri so takksom at tú lærdi okkum at síggja virði í tí smáa. Eg vil royna at læra okkara børn tað sama.

– Eg vil ongantíð gloyma, hvussu dyggur stuðul tú vart mær, tá eg hevði tað ringast. Takk!

Tú setti títt álit á Jesus, og eg veit, at vit skulu møtast aftur.

Minnini um teg goymi eg í hjartanum.

Takk fyri alt, babba…. Hvíl í friði!

dóttir tín Eyðbritt

Harleywoodpaint