Tað var sum í gomlum døgum á Norðoyastevnu um vikuskifti og sera nógv fremmanda fólk vóru at síggja í býnum
Tað var sum í gomlum døgum á Norðoyastevnu um vikuskifti og sera nógv fremmanda fólk vóru at síggja í býnum.
NFÍ sum stendur sum fyriskipari av Norðoyastevnuni skal fáa eitt herðaklapp fyri eina fjøltáttaða Norðoyastevnuskrá og ein heilt serlig heilsan skal eisini sendast til Klaksvíkar Sjónleikarafelag fyri at hava skipað fyri einum serliga góðum og professionellum tiltakið “Haugaard Pelagic” sum dróg fólk úr øllum landinum til býin.
Eisini vita vit frá teimum sum skipaðu fyri ymiskum tiltøkum um vikuskiftinum at tey siga við ein munn at tað eru nógv ár síðan at so nógv fólk var í býnum sum á Norðoyastevnu í ár.
Tað er eingin ivi um at positivar upplivingar gera at fólk koma aftur og tí er gleðiligt at staðfesta at positiva gongdin sum Norðoyastevnan hevur verið í seinastu árini heldur fram.
Norðlýsið hevur sum vanligt tikið myndir av stórum parti av mongu tiltøkunum og eisini hava vit í ár havt videoupptøkur á nordlysid.fo frá stevnuni. Enn er ikki alt tilfari frá stevnuni komið út á heimasíðuna men vit skulu heilsa og siga at fleiri VIDEO eru vantandi – so tað er bert at fylgja við á nordlysid.fo.
Niðanfyri nøkur video frá stevnuni:




