Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein sigur, ein javnleikur og fjúrtan tap

Jákup Ósá

Hóast KÍ skrivaði søgu fleiri ferðir í 1990 unum í Europa fótbólti, so hava úrslitini sum heild ikki verið tey bestu. Søgan í Europa hjá KÍ hevur eisini tað til felags, at talan altíð hevur verið um sterk mótstøðulið.

Men har skal sigast, at KÍ hevur ongantíð møtt liðum, sum eru lægri styrkismett. Øll mótstøðuliðini hava á pappírinum verið nógv sterkari. Mótstøðuliðini hava verið Skonto Riga, Maccabi Haifa, Újpest, Grazer AK, Crvena Zvezda, Újpest, Molde, Hammerby og nú AIK. KÍ hevur í hesum 16 dystum vunnið ein dyst. Tað var á Svangaskarði í 1995 móti Maccabi Haifa. Ein javnleikur kom eisini. Tað var í 2002 móti Újpest á Svangaskarði.

Hóskvøldið er aftur sterk mótstøða hjá KÍ, tá AIK vitjar í Føroyum.