Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein sigur fyri Føroyar

John William Joensen

Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sigur at okkara mótpartar flentu og høvdu hug at speireka at eitt lítið land sum Føroyar gjørdu krav um at fáa størri part av makrel tilfeinginum. Síðani gjørdist tónin millum partarnar hatskur og hóttandi tá Føroyar ásetti sær sjálvum eginkvotu. Og hóttanir gjørdust til handilsforðingar – men hóast hetta hildu vit fast um at føra skilagóð og sjónarmið fram, okkara rættindi og mikukvøldi undirskrivaðu vit eina avtalu har Føroyar kunnu fiska 12,6 % av makrelstovninum. Harvið eru krøvini hjá Føroyum gingin á møti og í ár fiska vit so nógvan makrel sum vit ongantíð áður hava gjørt.

Tað skerst ikki burtur at politiska skipanin eigur rós fyri at allir flokkar hava staði saman um kravið hjá Føroyum um at vit eiga rætt til makrel tilfeingið sum var munandi størri enn okkum var tilluta frammanundan.

Men politisku ábyrgdina av makrelsamráðingunum hevur landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, havt og tað var hann sum avgjørdi at áseta føroyingum stóra eginkvotu og sum saman við politisku skipanini helt fast um føroyska kravið hóast ákærir úr Norra, Danmark, Bruxell, London, Skotlandi og Írlandi um ránsveiðu. Hetta endaði við at ES setti handilstiltøk í verk, tá landstýrismaðurin eisini gekk egnar leiðir við at áseta Føroyum eginkvotu á norðhavssild.

Eitt nýtt tíðarskeið á veg

Men semjan og jaliga tilgongdin seinastu vikurnar millum strandalondini er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið heldur Jacob Vestergaard.

– Hesa seinastu vikuna hava samráðingarnar verið sera intensar og eftir at samráðingarnar slitnaðu mikudagin mettu vit at tað var vert at royna at fáa ein semju við Norra og ES, tí vit vóru samd um prosentbýtið. Tað sum gjørdi at samráðingarnar slitnaðu var at Ísland ikki kundi góðtaka eitt prinsippmál og tað var sera spell at Ísland ikki kundi verða við í avtaluni. Men avtalan sum nú er galdandi fram til 2018 tekur útgangsstøði í tí býtinum sum øll londini vóru samd um.

– Samráðingarnar vóru sera intensar og mánamorgunin vóru partarnir samdir. Alt var tó hildið loyniligt, tí partarnir hava hvør sínar mannagongdir til at fáa avtalur góðkendar. ES skuldi fyrst kunna øll limalondini og mikudagin var klárt at skrivað undir.

– Samanumtikið kennist hetta sum ein sigur fyri Føroyar og vit kunnu samstundis merkja at virðingin fyri okkum sum ein sjálvstøðugur samráðingar partur er sera nógv vaksin.

– Tilgongdin til semjuna hevur veri sera jalig og tí vanti eg ikki at long tíð gongur fyrr enn Ísland eisini gerst partur av avtaluni og í næstum fara vit undir samráðingar um norðhavssild og sum gongdin hevur verið seinastu dagarnar eri eg bjartskygdur, sigur Jacob Vestergaard í morgun.