Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein skandala fyri Javnaðarflokkin

John William Joensen

81 ára gamli javnaðarmaðurin, sum umboðaði flokkin á tingið í 20 ár, Sverre Midjord, heldur tað er ein skandala at tveita Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum

81 ára gamli javnaðarmaðurin, sum umboðaði flokkin á tingið í 20 ár, Sverre Midjord, heldur tað er ein skandala at tveita Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum

– Bert einaferð áður er tinglimur tveittur úr Javnaðarflokkinum og tað var í 1946 tá Jákup í Jákupsstovu atkvøddi saman við loysingar vonginum. Men eg minnist at Petur Mohr Dam segði at hetta vóru tyngstu spor hann hevði gingið í lívinum, tá hann bar honum boðini.

– At tveita Gerhard Lognberg úr flokkinum er ein skandala, tí hann hevur umboðað flokkin og Sandoyggina sera væl. Hann hevur eisini egnar meiningar, sum kanska eru nakað serligar, men tú kanst ikki sum flokkur binda eitt menniskja tí tey mugu hava loyvi at vera egin.

– Trupulleikarnir við at løgtingsfólk eru meira sjálvsøkin í dag eru komnir tí alt bleiv gjørt til eitt valdømi. Nú sær tað út sum at øll skulu tæna miðøkinum og tað sigur seg sjálvt at kaos er í tinginum tá ein fuglfiringur er varðamaður hjá einum suðuroyar tingmanni. Tað er bara einaferð soleiðis at fyri ein fuglfiring er Suðuroyggin ikki eitt hjartamál. Vit hava brúk fyri politikarum sum stríðast fyri ymisku økjunum. 

– Eg haldi at leiðslan í Javnaðarflokkinum hevur gloymt at man vinnur ikki eitt val uttan atkvøður og við at taka frástøðu til Sandoynna og Suðuroynna er man á vanda kós, sigur ein sera avgjørdur Sverre Midjord, sum umframt at hava umboðað Javnaðarflokkin í løgtinginum í 20 ár eisini hevur verið býráðslimur á Tvøroyri í 50 ár harav 18 ár sum borgarstjóri.

Norðlýsið hevur roynt at fingið viðmerking frá Aksel V. Jóhannesen, men tað hevur ikki  eydnast enn.