Eyðólvur Vang, sum fyri kortum keypti Norðsøka, sigur at ein skerjing av fiskidøgunum gevur onga meining, tí hon tyngir einans um raksturin hjá teimum, sum eru í vinnu, samstundis sum hon onga ávirkan hevur á veiðitrýsti. Tað einasta sum hendir er at tað verður truplari hjá okkum sum eru eftir í vinnuni og tí skilji eg ikki teir politikarar sum ganga inn fyri hesum.

Fiskidagaskipanin er sjálvregulerandi tí vit síggja at nú minni er at fáa eru nógvir dagar sum ikki verða brúktir. At fiskifrøðingar óttast teir óbrúktu dagarnar er trupult at skilja, tí tað er veruleikafjart at ímynda sær at 100 bátar leggja til havs um fiskiskapurin batnar.
Vit eiga í løtuni 102 dagar sum vit sjálvir hava keypt og rinda fyri teir flestu. Fyrsta árið vit keyptu dagar fyri 10.000 kr. pr. dag skar løgtingið dagarnar frá okkum áðrenn vit kundu brúka teir. Soleiðis hava vit áhaldandi mist dagar sum vit hava rinda fyri.
Ein skerjing ger bara tað at vit vera enn einaferð noyddir til at keypa fleiri dagar og harvið tyngir niðurskurðurin um raksturin hjá okkum sum eru í vinnu.
Eg haldið at løgtingið átti at syrgt fyri at teir útróðrarbátar sum eftir eru høvdu nóg mikið av døgum og so latið skipanina passa seg sjálva.