Sigmar A. Høgnesen, bjóðaði saman við øðrum uppá Barsskor, men fekk ongantíð svar, Sigmar skrivar:
Eitt danskt orðatak sigur soleiðis . Værn om det gamle, sæt skik på det nye”. Klaksvíkin hevur eina ríka skipasøgu aftanfyri seg, nógvar fyritøkur størri og smærri fingu sær skip við KG á bógnum og heimstaðarnavnið Klaksvík afturi á hekkuni, ein stoltleiki fyri okkara bý, og sjálvt Royndi Fríða hjá Nólsoyar Páll, sum var fyrsta skip føroyinga sum sigldi til útlandi, lá fyri teym á Vánni fyrst í 1800 talinum, tá Nólsoyar Páll var bóndi her í Norðoyggjum.
Tey gomlu skipini, Sæðborg, Polo, Gudrun, Ester, Sigurfarið og Fimmsystrar, vóru tey seinastu av teimum gomlu sluppunum, sum eg minnist, vøkur og søgulig skip, ikki eydnaðist okkum her í Klaksvík at ogna okkum eitt av hesum sum minnið frá tí tíðini, sum er fundamentið undir tí ið vit hava ídag.
Tað hevði sjálvandi iki bori til at goymt eitt av hvørjum modelli, men eina slupp, tað burdi Klaksvíkin átt, men her hevur líkasæla valda so tað forslær. Havnamenn, Vágbingar og teir í Runavík haga duga at varveitt hvør sína slupp, men her norðuri eru bert myndir og frásagnir, onki tilfar ella skip er varveitt í hesum annars so ríka og søguliga fiskivinnuplássi.
Tó skal sigast, at sluppungin “Nólsoyar Páll” liggur fyri teym á ánni, hann eigur onki hóskandi kajpláss so hann kann vera framvístur fyri áhugaðum.
Hesin søguligi postbáturin “Barsskor” gjørdi seinasta túrin av Kalsoynni hin 19. Apríl. 2005 kl 20.30.Trúliga røkti hetta lítla skip ein part av siglingini um Altlantarhavið, frá Klaksvík yvir á Kallsoynna, í nærum 50 ár. Eg fekk tað gleði at vera við hesum lítla skipi seinastu árini, nógvar buldrutar túrar gjørdu vit, men sanniliga eisini nógvar vakrar túrar, og hvar er vakrari enn á Kalsoynni ein góðan summarmorgun?
Fleiri fremmand ferðafólk komu um summarið ein túr í Kalsoynna, summi fóru túrar, serliga norður á kallin, ímeðan onnur bert komu ein túr “yvirum”, og hugdu seg um, eg havi møtt nógvum natiónum har umborð, og fekk mangan gott prát við hesi ferðafólk, tey vóru serdeilis áhugaði í hesum lítla hugnaliga skipi, sum uttan ivað var elsta ferja í heiminum. Har komu franskmenn, sveisarar, italiumenn, týskarar og hálendingar og onkur kom heilt úr Australia, umframt ein rúgva av fólki úr teim skandinavisku londunum, fleiri av hesum ferðafólkum komu aftur ár um ár, nógvar myndir munnu vera av Barsskor, bæði í Føroyum og aðrastaðni, sum kundu lýst søguna ríkari.
Nú endaði hann so sínar dagar við at vera upphøgdur, tað var ikki okkara ætlan tá. Tveir av okkum, sum vóru við Barsskor heilt til seinasta túr, vistu hvørja lagnu ein slíkur bátur fekk, tá hann ikki longur skuldi brúkast, og vit kendu bátin og meintu at hann var í rímiliga góðum standi, okkurt trongdi til ábøtur, og viðlíkahald skal eisini til slíkan bát, vit tosaðu við skipaeftirlitið, um hvussu tað evt, kom at ganga at halda siglingarloyvið við ferðafólki, og fingu greitt svar hagani, at tað ikki var nakar trupulleiki, so leingi krøvini vóru fylgd.
Vit løgdu eitt boð inn til Innlendismálaráðið upp á bátin, og fingu svar aftur, at vit skuldu fáa at vita hvat hendi við Barsskor tá nakað ítøkiligt fyrilá. Enn er onki skriv komið aftur hagani um nakað ítøkiligt, men nú kann tað so gera tað sama.
Á heystið 2005 ringdi Karstin Hansen, fyrrv. Landsstýrismaður og spurdi meg, um ikki vit høvdu bjóða uppá Barsskor, eg segði sum var, og hann segði at hann skuldi royna at fáa málið loyst í tinginum sama dag, Karstin sat tá í andstøðu fyri Tjóveldi.
Eg koyrdi sjónvarpið frá og hoyrdi og sá okkara egnu tingmenn úr Norðoyggjum siga sína hugsan um hvat henda skuldi við Barsskor.
Karstin mælti til at lata bátin til teir, ið høvdu bjóða uppá hann og tað vildi Heðin Zachariassen eisni stemma fyri.
Men so kom Jógvan við Keldu á pallin, hann helt ikki at tað var nøkur grund fyri at lata nøkrum privatum monnum í Klaksvík bátin, tí tað einasta sum kom at henda varð, at báturin kom at liggja sum eitt vrak við kajuna har norðuri og Klaksvíkar Kommuna at enda kom at fáa rokningina til at fáa bátin beindan burtur.
Hann mælti til, at selja íslendingum bátin fyri 1 kr. Tí upprunaliga var hetta skip bygt á Akranesi í 1929, og var hetta fyrsta skip, sum eitt reiðarí á Akranesi hevði latið bygt við navninum Høðfrungur, Klaksvík er vinarbýur við Akranes.
Íslendingar komu og hugdu eftir bátinum eini 2 ár seinni, men skoyttu ikki um hann, tískil hevur hann ligið sum ein skomm fyri landsstýrið sum eigara og klaksvíkina, og Jógvan við Keldu fekk rætt, tað almenna mátti taka sær av bátinum í vikuni, men um Jógvan við Keldu fær rokningina, sum hann átti, ivist eg stórliga í.
Enn einaferð síggja vit hvussu lítið okkara framstandandi politikkarar, sum í hesum føri Jógvan við Keldu, hugsa tá tað ítøkiliga kemur til tað søguliga, sum kundi gjørt Klaksvíkina ríkari við upplivilsum, sum tað at vit áttu ein gamlan postbát, og víst hvussu samferðsluviðurskiftini við útoyggj vóru fyrr.
Seinastu ferð Barsskor sigldi var á fyrsta Sjómannadegi har serliga børn og ung kundu ferga sum í gomlum døgum tvørtur um Vánna. 528 fólk nýttu høvið at koma ein túr yvirum, og ein stuttan túr norður á Bedingina framvið sluppunum sum komnar vóru til Sjómannadagin.
Meiningin var, at hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum sjómannadegi, og ætlanir vóru at gera onnur tílík hugnalig tiltøk á sumri eisini, vit høvdu eina avtalu um stuðul frá einum av fyrireikarunum á Sjómannadegnum, men so skuldi ikki vera tíverri, soleiðis endaði eisini hetta søguliga skip sínar dagar.
Seinasta heilsan:
Farvæl góði Barsskor, tú studdi oss væl,
Um fjørðin á hvørjum ári,
Tú grøvaði skúmandi sló hvønn dag,
Á Atlantsins ótryggu bárðu.
Av sleipistøð komst tú hvørt einasta ár,
Í spildur nýggjum búna,
Men nú sóust væl tíni liggisár,
Og skrúð títt var sjónliga fúnað.
Snekkis dagarnir eru nú taldir,
Tú siglur ei meir, millum streymaaldur,
Grøvin varð grivin av “Folkens” skvaldur
Enn vera slíkir á Ting tó valdir.
Hin 14. Desembur 2008.
Sigmar A. Høgnesen.
—–
Les eisini:




