Í áarførinum í morgun ognaði eg mær savn DVD-in við Howard og Vestal Goodman, og skal sigast at hetta er besta keypið í longri tíð
Hjúnini Howard & Vestal Goodman eru kend frá Gaither Homecomming Series, og henda nýggjasta DVD-in er eitt savn at tí besta við Howard og Vestal.
Í meiri enn 60 ár sungu hesi hjúnini gleðiboðskapin og serliga himmalin var afturvendandi í teirra songum.
Skal eg siga sum er so er útgávan A tribute To Howard & Vestal Goodman ein sonn perla, ein opinbering har vónin um himmalin og teir himmalsku búðstaðirnar er miðpunkti.
Tá ein setur seg at hyggja verður ein beinanvegin gripin av sangunum og boðskapinum, – nakað sum øll hava brúk fyri í dag, nú tað piss-regnar uttanfyri..
DVD in er til keyps í Elding, tó bert avmarka nøgd.
John William Joensen




