Sólbjørn Hansen, sum býr á Skáltavegnum 2 í Klaksvík, ringdi á Norðlýsið í gjár, týsdagin og boðaði frá, at hann hevði vitjan av eini stórari flekkuspætu í hava sínum.
Vit fingu eina mynd og ringdu til Jens Kjeld Jensen at fregnast um spæturnar. Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingur sigur, at tær eru ikki heilt óvanligar í Føroyum hesa tíðina hóast tær ikki búleikast her. Hendan er ein gomul hon, hannarnir hava reyðan blett á nakkanum. Nú um dagarnar lá ein á trappuni hjá mær, sum onkur hevur sent mær. Eskild Hansen, sum hevur summarhús á Húsum, hevur boða frá eini spætu har, eisini fekk eg fráboðan um eina á Viðareiði, um talan er um tað somu ella fleiri ymiskar í Norðoyggjum, tað kann eg ikki siga nakað um.
Hendan spætan búleikast fyri tað mesta í norsku, svensku, finsku og russisku skógunum har tær eta koglar og annað gott av trøðunum. Tá ikki nóg mikið av føði er at heinta har, fara tær at fjakka og fyri eini 15-20 árum síðani var eisini ein invatión av spætum í Føroyum.
Eg síggi, at Sólbjørn hevur nakrar feittkúlur hangandi í havanum. Við teimum kúlunum kann spætan væl yvirliva veturin um onkur gevur hanni føði, sigur Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingur.




