Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein stórsigur fyri javnrættindi, metir Høgni Hoydal

Jóhann Lützen

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum hava útint valdsmisnýtslu við at fara úr starvi fyri at fáa varafólk á tingi sett út av spælinum. Hann fegnast um, at tað ikki eydnaðist, men heldur sjálvt fólkaræðið í Føroyum vera hótt.

Tað var ein fegin Høgni Hoydal, ið Norðlýsið fekk orðið á eftir tingfundin í dag. Hann fegnast serliga um, at samkyndar mammur nú fáa javnbjóðis rættindi. Men Høgni er sera stúrin fyri fólkaræðið í Føroyum. Hann sigur tað vera óhoyrt, at landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum fóru úr starvi fyri at forða tinginum í at samtykkja eitt mál, sum meiriluti annars var fyri.

Høgni Hoydal endar við at siga, at hann ynskir at fáa eitt løgtingsval skjótt.