Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein stórur dagur fyri sandoyingar og suðuroyingar

John William Joensen

Ein samd Vinnunevnd mælir til at farið verður í holt við at gera tunnil til Sandoyar og tað tykist verða breið semja í tinginum um at samtykkja at fara undir Sandoyartunnilin

Hettar er ein stórur dagur fyri sandoyingar og suðuroyingar, segði ein ikk sørt rørdur Gerhard Lognberg fyri løtu síðan

Álitið frá Vinnunevndini til tingið er soljóðandi:

Meirilutin (Henrik Old, Johan Dahl, Kjartan Joensen, Ingi Olsen og Gerhard Lognberg) hevur hesar viðmerkingar:
Spurningurin um tíðarætlan fyri og fígging av verkæltanini hevur fingið drúgva viðgerð í nevndini.
Meirilutin er samdur um, at veruliga arbeiðið skal fara í gongd 1. november 2009. Arbeiðið er mett at taka knapt 4 ár.
Byggikostnaðurin við uppskotnu linjuføringini er 680 mió. kr. Harumframt koma 10 mió. kr. til prosjektering. Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2008 eru 3 av hesum 10 mió. kr játtaðar í inniverandi fíggarári, og verður skotið upp at játta tær 7 í 2008. Um arbeiðið verður byrjað í november 2009, verður byggikostnaðurin í 2009 neyvan hægri enn 30 mió. kr. Byggiútreiðslurnar í 2010, 2011 og 2012 kunnu so hugsast at blíva ávikavist 230, 220 og 200.
Hvat viðvíkur fíggingini av verkætlanini, sær meirilutin ein trupulleika í at taka oman fyri 200 mió. kr. av gjaldførinum komandi 3-4 árini, um hetta merkir, at allar aðrar verkætlanir mugu bíða.
Hesin trupulleiki kundi í praksis verið loystur við, at verkætlanin varð framd innan karmarnar av partafelagslógini soleiðis, at partur av kostnaðinum varð fíggjaður við lántøku frá partafelagnum. Hesin leistur er áður royndur í sambandi við Vága- og Norðoyatunnilin.
Formliga verður tó mælt frá einum leisti við partafelag vegna tann meirkostnað, ið mest sannlíkt stendst av hesum, og fyri at fíggjarlógin skal geva eina fullfíggjaða mynd av almennu útreiðslunum. Er tørvur á at fíggja eina verkætlan við lántøku, er tað bæði bíligast og rættast, at landskassin stendur fyri hesi lántøku. Tað kann tó eisini hugsast, at gjaldførið hjá landskassanum er so mikið gott, at tørvur ikki er á lántøku.
Meirilutin metir, at rakstrar- og rentuútreiðslur og ein partur av lánsafturgjøldunum kunnu verða goldin við bummpengum, ið landið sjálvt krevur inn ella ger avtalu við t.d. P/f Vága- og Norðoyatunnilin um at krevja inn.
Verður partur av byggiútreiðslunum fíggjaður við lántøku, ber til at javna ta ávirkan, ið verkætlanin hevur á gjaldførið, út yvir fleri ár. Eisini hevði tað verið ein fyrimunur, um kostnaðurin kundi verið javnaður út við, at Løgtingið longu nú fór undir at seta størri peningaupphæddir av til verkætlanina. Hóast meginregluna um, at játtanir bara eru fyri eitt ár, hevur arbeiðsbólkurin, ið gjørdi uppskot til játtanarlóg, skotið upp ein leist, har tað tøkniliga verður møguleiki fyri flyting av óbrúktum játtanum millum ár innan fyri játtanarslagið løgujáttan.
Eingin ivi má tó vera um, at lántøka á ongan hátt broytir kravið um, at byggiútreiðslurnar skulu verða játtaðar á fíggjarlógini, tá tær verða hildnar. Hinvegin merkir tað bara, at árliga upphæddin, ið skal takast av gjaldførinum, verður lækkað soleiðis, at samlaði kostnaðurin hervið verður javnaður út yvir fleiri ár. Hvat upphæddin verður, veldst um, hvussu long afturgjaldstíðin verður. Longri afturgjaldstíð merkir tó vanliga eisini hægri rentuútreiðslur at gjalda við bummgjaldinum.
Sum meginregla verður roynt at halda eina javnvág í landskassans virksemi. Verður hendan javnvág íroknað Sandoyartunnilin, kemur tað at hava sera stóra ávirkan á, hvørjar aðrar verkætlanir kunnu verða framdar í tíðarskeiðnum. Í staðin fyri at broyta ta ávirkan, ið Sandoyartunnilin hevur á hesa javnvág í landskassans virksemi við at leggja verkætlanina í eitt partafelag, mælir meirilutin til, at ein politisk avtala verður gjørd um, at ávirkanin, ið Sandoyartunnilin skal hava á íløguloftið, skal verða ásett eftir, hvørja ávirkan verkætlanin hevði havt, um hon lá í einum partafelagi.
Verður afturgjaldstíðin sett til 12 ár, verða roknaðu útreiðslurnar, sum víst í omanfyri nevnda brævi frá Fíggjarmálaráðnum.
Meirilutin leggur harumframt dent á, at verkætlanin er partur av eini heildarverkætlan, ið fevnir um eina nýggja farleið millum Streymoy, Sandoy og Suðuroy.
Mælt verður til at strika tilvísingina til Gomlu Rætt og Traðardal vísandi til, at nevndin undir viðgerðini hevur fingið upplýst, at norðasta linjuføringin gongur ígjøgnum miðfláirnar og sostatt kann verða besta boð upp á røttu linjuføringina. Meirilutin vil tí ikki binda heimildina til loysnina millum Gomlu Rætt og Traðardal.
Nevndin hevur undir viðgerðini fingið upplýst frá entreprenørum, sum hava drúgvar royndir við slíkum verkætlanum, at um norðara linjuføringin verður vald, so er rættast at umhugsa at gera skakt við eini lyft upp í Hesti, og leggur meirilutin dent á, at hesin møguleikin, sum ikki er ókent fyribrigdi aðrastaðni, verður kannaður og umhugsaður.

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
1) Heiti á lógini verður orðað soleiðis: “Uppskot til løgtingslóg um farleið millum Streymoy, Sandoy og Suðuroy (Byggistig I)”.
2) Í § 1 verður sett inn nýtt stk. 1, sum verður soljóðandi: “Nýggj farleið verður gjørd millum Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Hendan lóg fevnir um fyrsta byggistig av hesi farleið, sum er nærri lýst í stk. 2. Farið verður undir fyrsta byggistig tann 1. november 2009.”
3) Verðandi § 1 verður hereftir § 1, stk. 2, og orðini “Gomlu Rætt á Streymoynni og Traðadal á Sandoynni” verða broytt til “Streymoy og Sandoy”.
4) Í § 2 verður orðið “verkætlanina” broytt til “fyrsta byggistig av verkætlanini”.
Minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur undir við broytingunum til løgtingslógaruppskotið, og í stóran mun tekur minnilutin eisini undir við viðmerkingum meirilutans. Hinvegin er so stórur ótryggleiki viðvíkjandi búskaparviðurskiftum landsins, nú ein óstabil og ókontrollerað samgonga oysir Løgtingið undir í útreiðslufremjandi uppskotum úr ymsum heraðshornum, at minnilutin er farin at ræðast fyri avleiðingunum, um verandi politikkur fer at halda fram. Tí heitir minnilutin staðiliga á hetta landsstýrið, og seta ta vón til hitt komandi, at ein langtíðarløguætlan, sum semja kann fáast um, verður skipað alt fyri eitt, soleiðis at uppdrift samfelagsins til eina og hvørja tíð ber tær ætlanir, ið verða settar í verk. At rista breiðar álir av herðunum hjá ættarliðunum, ið eru komandi, er hvørsmansføri, politiska kynstrið nú er at halda javnvágini samsvarandi fíggjar- og búskaparmegini í egnari samtíð. Politiski kultururin, sum er knæsettur undir hesi samgonguni, har stórar verkætlanir verða skotnar út um veruliga fíggjar- og búskaparliga renslið fyri at brúka meiri fíggjarfæ í samtíðini, enn ein sjálvur megnar at skapa, er vandamikil kós at halda, tí eiga almennu íløgurnar at verða raðfestar greitt og lagdar í eina skipaða ætlan, í hvussu er eitt valskeið fram hvørja ferðina.
Við hesum viðmerkingunum frá ávikavist meirilutanum og minnilutanum í nevndini, tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, við teimum broytingum, sum meirilutin í nevndini hevur skotið upp.

Uppskotið er til viðgerðar í tinginum í løtuni.