Í tíðindasendingini hjá Rás2 førdi stjórin á landssjúkrahúsinum fram, at síðan Norðoyatunnilin lat upp er bara ein tími hjá klaksvíkingum at koyra til landssjúkrahúsið.
Vit búðu nøkur ár tætt við AAlborg og undir vanligum umstøðum var tað júst ein tími at koyra til sjúkrahúsið.
– Dóttir okkara var tvey ára gomul, tá hon eitt kvøldið bráddliga gjørdist trong.
– Kl. 23 ringdu vit til læknavaktina – tí vit kendu ótta á okkum.
– Lækanvaktin bað okkum koyra til sjúkrahúsið og vit so gjørdu.
– Hetta var á hávetri og termometri vísti minus 10 gradir og tá vit komu í bilin fór hann at kava.
– Komin út á landavegin var somiki hált, at vit máttu ansa okkum og túrurin til AALborg, sum vanliga tók ein tíma – vardi hesa náttina tveir sera dramatiskar tímar.
– Eg minnist enn hvussu konan sat undir dóttur okkara – sum næstan ikki orkaði at anda – meðan vit einsamøll stríddu okkum fram til sjúkrahúsið.
– Hugur mín leitaði til Klaksvíkar hesa løtuna á landavegnum.
– Vóru vit í Klaksvík, so hevði tað ikki tikið okkum meira enn fimm minuttir at komið undir læknahond.
– Alt endaði tíbetur væl hesa náttina – men eg gloymi hetta ongantíð aftur.
– Ein tími er ikki altíð ein tími og tað eigur leiðslan á Landssjúkrahúsinu og Sosialinum at minnast tá teir nú sínasta at taka lógvatak fyri niðurleggja smærri sjúkrahúsini.
– Eg skilji ikki at man kann hava tað sum eitt politisk mál at minkað um tænastuna hjá borgarunum.
– Málið eigur heldur at verða at tryggja øllum borgarum bestu tænastuna og sambart seinastu nøgdsemiskanningini hjá Heilsuverkinum vóru føroyingar munandi betri nøgdir við smærri sjúkrahúsini enn landssjúkrahúsið.
– Leiðslan á landsjúkrahúsinum hevur sanniliga dumpað og serliga nú hon er farin at avgerða framtíðina hjá hinum sjúkrahúsunum.
Politiskt hevur man verið samdir um at í Føroyum eru trí sjúkrahús og útbyggingarnar av sjúkrahúsverkinum eru ræðfestar í tøttum samstarvið millum øll trí sjúkrhúsini.
Men í dag er tað ikki populert at játta pening út um høvuðsstaðin og vísandi til málið um Sandoyartunnilin – hevur Sjálvstýrisflokkurin alment boða frá at teir eru klárir til at vera hentir leigusveinar fyri at nokta Suðurøkinum betri samband. Hvat skuldi so forða fyri at politikarar funnu saman úr øllum flokkum at standa saman um miðøkið???
John William Joensen




