Nú løgtingsvalið er farið aftur um, vilja vit biðja lesaran um at lána okkum eyguni stutta stund.
Tá vit sum nýggj leiðsla í Norðoya Sambandsfelag fóru til verka fyri hálvum øðrum ári síðan settu vit okkum sum mál at gera Norðoya Sambandsfelag til ein opnan og virknan felagsskap umframt at vinna umboðan á ting.
Farið var til verka beinan vegin og umframt at gera viðmerkingar til ymisk lokal- og landspolitisk mál í fjølmiðlunum so var eisini skipað fyri almennum fundum.
Almennir fundir
Fyrsti fundurin var á Resturant Fortuna har Anja Andreasen, søgufrøðingur, helt fyrilestur um søguna hjá Sambandsflokkinum. Síðan var skipað fyri fundi í býráðshøllini har Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, viðgjørdi búskaparstøðuna við serligum atlitið til Norðoyggjar.
Síðani var fundur í Pizzaria Napoli har m.a. Elsba Lützen, økisleiðari fyri heimarøktina í Norðoyggjum, greiddi frá støðuni á eldraøkinum í Norðoyggjum í dag.
Samfelagsfrøðingurin og leiðarin fyri Granskingardepilin fyri Økismenning, Gestur Hovgaard, hevði síðani fyrilestur um ungdómur, fiskivinna og útbúgvingarmøguleikar og var hesin fundurin eisini í Pizzaria Napoli.
Seinasti Almenni fundurin var skipaður sum ein hugnaløta kvøldið fyri valið (mánakvøldið 19. januar) har Ragnar í Vík spældi Contry sangir og borðreitt var við øllum góðum føroyskum.
Til seinasta tiltakið vóru umleið 150 vitjandi og hava øll hesi mongu tiltøkini tað seinasta árið verið sera væl eydnað og væl vitjað av norðoyingum.
Latið stuðul
Í novembermánaða fekk felagið bræv frá starvsfólkunum í Dáanum har tey bóðu um peningaligan stuðul í samband við keyp av nýggjum bussi til búðfólkini á stovninum.
Nevndin avgjørdi hóast felagið var lítið at veita tiltakinum stuðul. Skipað varð fyri burturluting í samband við almenna fundin um eldraøkið og innkomni peningurin kr. 2885,- varð handaður starvsfólkunum í Dáanum.
Løgtingsvalið
Hóast vit hesuferð høvdu ein sera góðan lista og fingu stóra framgongd, so eydnaðist tað ikki okkum at fáa mannin valdan.
Men tað skal undirstrikast at valstríðið hesuferð hevur givið okkum í felagnum bjartar vónir fyri framtíðina.
Sera nógv fólk luttók í felagsarbeiðinum og hetta var beinleiðis orsøk til at hóast flokkurin kring alt landið hevði afturgongd, so megnaðu vit ikki einans at halda tørn men at berja okkum til næstan 100 atkvøður fleiri enn seinast.
Nevndin í Norðoya Sambandsfelag skal í hesum sambandi senda eina hjartans tøkk til øll tey mongu sum hjálptu til, og sum stóðu saman um flokkin.
Góvu okkara boð
upp á framtíðina
Tá løgmaður útskrivaði nýval fóru vit til verka at fyrireika valstriðið.
Eitt nú var Magni Laksáfoss saman við øðrum góðum fólkum, beinleiðis partur av arbeiðinum at evna valskránna til.
Ein heildarætlan fyri búðskapin bleiv gjørd, sum vísti hvussu flokkurin ætlaði at menna búskapin og partur av hesi heildarætlan var ein reformur av skattaskipanini.
Hetta fóru vit so til val við, og tað er eingin ivi um at hóast vit ikki vunnu valið, so var tað skattareformurin og heildarætlanin hjá Sambandsflokkinum sum bleiv tosað um í valstríðnum og yvast nevndin onga løtu í at ein komandi samgonga fer at hava stóran part av okkara valskrá í samgonguskjalinum.
Undirstrikast skal at sambandsflokkurin í øllum sínum valstríði førdi fram sín egna politikk og hvat flokkurin ætlaði tá hann kom í Tinganes.
Tíanverri mugu vit í bak-klókskapi ásanna at tann parturin, sum var tann mest týdningarmesti og sum skuldi selja boðskapin til fólki, sveik og var hetta høvðusorsøk til at flokkurin fekk eitt so vánaligt val.
Bardust manniliga
Hóast vit her í Norðoyggjum høvdu ein lista við nýggjum og "ó-royndum" fólkum, so mugu vit staðfesta at tey, hóast stóran ágang frá hinum flokkunum, vunnu flokkinum heiður og tá valið var av var stór framgongd staðfest.
Men mótgongdin var hørð! – Alt bleiv nýtt ímóti okkum – hetta høvdu vit partvíst roknað við, men ágangurin var ógvusligari enn ungfólk sum vit høvdu droymt um.
Sum nøkur dømi kunnu vit nevna at Karstin Hansen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, brúkti stórsta partin av síni talutíð á politisku fundunum kring oyggjarnar at leggja eftir sambandsflokkinum.
Hóast fyrrverandi formaður okkara, Lisbeth L. Petersen, ongantíð var til staðar undir valstríðnum í norðoyggjum, so samanbar Karstin hana við svart vónloysi og tey sum stillaðu upp fyri hana í norðoyggjum fyri hennara leiðusveinar. Eisini samanbar hann valevni á sambandslistanum og bygdaráðsformannin á Húsum, Bjørn Kalsø, við Evu og boðskap hansara við tann boðskap sum Eva bar tá hon sa,bart skriftini freistaði Adam.
Valplakatirnar hjá Tjóðveldinum høvdu ikki egnan boðskap at bera men vóru eitt beinleiðis álop á Sambandsflokkin. Hetta høvdu vit kanska roknað við tí hyggja vit bert aftur til seinasta býráðsval so sendi hesin sami flokkur ein faldara í hvørt hús við persónligari útspilling av fyrrverandi býráðsformanninum Jógvan við Keldu. Hetta var gjørt kvøldi fyri valið, uttan møguleika hjá nøkrum at svara aftur.
Fólkaflokkurin í norðoyggjum brúki nógvar pengar og nógv lýsingarpláss at leypa á Sambandsflokkin. Eitt nú hevði Jógvan við Keldu, tinglimur, eina heila síðu í Norðlýsinum har hann einki sjálvur hevði at bera uttan brigsl til Sambandsflokkin.
Hóast allan hendan ágangin mugu vit takksom staðfesta, at veljarin tók undir við okkara politikki og førdi okkum longur fram, hóast tað ikki var nokk til at vinna norðoyggjum ein Sambandsmann á ting.
Framtíðin
Nevndin í Norðoya Sambandsfelag ætlar at halda fram við at varpa ljós á samfelagsviðurskifti sum vit meta eiga at umrøðast.
Í løtuni verður arbeitt við at útvega økinum ein landsstýrismann um ABC samgongan verður verðuleiki. Eisini fyrireika vit í løtuni ársfundin hjá felagnum, og harafturat skal nýggjur formaður finnast á komandi landsfundi hjá flokkinum.
Í hesum sambandi verður limafundur leygarmorgunin kl. 10 á sjómansheiminum har hesi mál verða viðgjørd afturvið rundstykkum og kaffi. Eisini fara vit at práta um býráðsvalið. Møguleiki verður eisini at tekna nýggjar limir.
– Enn einaferð tøkk til øll tykkum mongu sum stuðlaðu flokkinum á løgtingsvalinum,
– nú er tað okkara uppgáva at tykkara stuðul verður umsettur til best møguliga umboðan í føroyskum politikki.
Vegna Norðoya Sambandsfelag
John William Joensen, formaður




