Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein tøkk úr Íslandi

Oliver Joensen

Mikudagin 26. oktober minntust Flatoyringar at 10 ár eru liðin frá tí stóru vanlukkuni, tá íð skalvalop rakti bygdina og 20 av bygdafólkunum lótu lív.

Minningardagur
 
 
Mikudagin 26. oktober minntust Flatoyringar at 10 ár eru liðin frá tí stóru vanlukkuni, tá íð skalvalop rakti bygdina og 20 av bygdafólkunum lótu lív.
Í hesum sambandi var minningarhald í ítróttarhøllini.  Vigdís Finnbogadóttir ,fyrrverandi forseti Íslands, flutti fram røðu,tóleikur og  yrkingar vóru framførd, og sóknarpresturin bað eina bøn.
Í kirkjuni kundu fólk halda eina stilla løtu í bøn og minnast tey íð doyðu.
 
Hendan dagin hugsaðu Flatoyringar við takksemi um tað stóru gávu íð teir fingu frá sínum grannum og vinum í Føroyum.  Tann vakri bygningurin har barnagarðurin Grønigarður heldur til, hevur hesi árini eftir vanlukkuna havt stóran týdning fyri bygdina.  Barnagarðurin var eitt av teimum støðunum har Vigdís Finnbogadóttir vitjaði.
 
Flatoyringar takka av heilu huga fyri vinarlag, vísta samkenslu og   tann ómetaliga stuðul sum Føroyingar lótu til uppbyggingina eftir skalvalopið í 1995
 
 Fyrirreikingarnevndin