Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein tunnilssemja er neyðug

John William Joensen

Tunnlarnir eru ein tikkandi bumba undir samgonguni og øllum samfelagnum, segði løgmaður

– Vit mugu finna eina tunnilssemju í tinginum millum samgongu og andstøðu – tí neyðugt er at vit keypa okkum tíð til at gerða neyðugu íløgurnar.

Við hesum sipaði løgmaður kanska beinleiðis til tilboði frá Sjálvstýrisflokkinum um at sleppa samgonguni úr trupuleikanum við Sandoyartunnlinum og sandoyartingmonnunum.

– Vit vilja heilsa øllum hjálpandi hondum vælkomnum at hjálpa til við at fáa fíggjarlógina samtykta – men tá verulig tøk skulu takast verður tað bara samgongan sum kann bera uppskotið ígjøgnum.