Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Ein túrur sunnanfyri stytsta dag 2020

Oliver Joensen

Mánadagin fóru vit báðir Ásmund ein túr suður um við 5 mannafarinum. Ætlanin var at fáa nakrar fuglar ella í øðrum lagi at royna við snelluni. Men tað royndist illa við byrsuni, so vit kastaðu við snellunum. Hóast vit ikki royndu leingi, so má sigast at nógvur fiskur er til. Vit fingu nakrar sera góðar smáfiskar. Stóri toskurin vit fingu hevði stóra og feita livur og hartil var nógv reyðæti í fiskinum. Hýsurnar vóru eisini sera góðar og hartil stórar.

Sum altíð tá eg eri við, so var myndatólið við. Men sera lítið ljós er sum vituligt stytsta dag, so tað sum eg fekk í kassan vóru sera myrkar myndir, men eg halti at tær lýsa dagin væl, so eg gjørdi av at leggja tær út hóast ljósið væntaði:

Harleywoodpaint