Fyri vikum síðani, fekk eg Árna Zachariasen við mær, har vit báðir skuldu við Norðsøka sum “turistar”. Hjá mær vórðu ørindini sjálvandi at fáa nakrar myndir av útiróðri hjá størru útróðrarbátunum.
Seinasta hest royndist fiskiskapurin hjá hesum bátunum sera vánaligur ímeðan tað sum farið er av árinum higartil hevur roynst frægari hóast vit enn sakna at teir koma aftur av rættuliga stórum túrum inn ímillum
Vit møttu við egningarskúrðarnar á Stongunum á miðnátt fríggjakvøld. Har var nógv stákan. Norðsøki hevði júst avreitt fyrr um kvøldið og stampar vóru koyrdir á land, ímeðan nýegndir stampar vórðu koyrdir umborð.
Í egningarskúrunum var lív. Hesa tíðina tá nógv er at egna, gongur egningin næstan fyri seg alt samdøgrið. Morgunmenninir møta tíðliga, summir á hálvari nátt, ímeðan aðrir dáma betur seinnapartin og ímeðan onkrir egna út á náttina.
Klokkan mundi nærkast eitt um náttina, tá vit loystu, umborð vóru eg, Árni Z., Eyðólvur Vang, skipari og eigari og so yngsti maður, 18 ára gamli Jacob Ritter. Jacob segði mær, at hann hevði búð síni fyrstu 7 ár í Danmark, men var síðani fluttur til Føroya og legði hann afturat, mær dámar sera væl at rógva út.
Í myrkrinum gekk leiðin norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð. Komnir um Heystmúlan, gekk leiðin nakað eysturyvir.
Skiparin sat í stólinum á brúnni og fekst við tólini, sum søgdu honum alt um positión, dýpi, botn og ferð. Prátað var aftur og fram. Hann og Árni tingaðust dúgliga og eg skilti, at hetta skuldi verða eitt slag av royndarsetu, har Eyðólvur skuldi leita eitt sindur at vita hvar hýsa, toskur og ella longa fingust norrðuri. Teir báðir samdust um, at vit skuldu út í Goyran ella í i-kassan sum útróðrarmenn nevna plássi.
Leiðin gekk tí út eystureftir, til vit vóru einar 14-16 fjórðingar norður úr Viðoynni tá boyan fór út og dreggið varð slept aftaná. Vit høvdu 50 stampar við okkum, og tá Árni hevði slept dregginum, byrjaði at renn út av rennuni á hekkuni., skjótt gekk fyri seg, haldi at vit sigldu einar 4-5 fjórðingar um tíman ímeðan línan rann út.
Áhugavert var at síggja, hvussu væl var egnt. Eg stóð stóran part av tíðini sett var, við línurennuna og sá stampaskift eftir stampaskift, og miðju fara eftir miðju og so eigasørt eg sá nakra fløkju fara úr stampunum og út. Um illa er egnt og onkur húkur, sum skuldi ligið ovast á stampinum er dottin niður á botn, ja, so er vandi fyri at línan, sum er í stampinum fer út í heilum líki, men so eigasørt eg sá nakað, sum líktist tí. Har gekk sum smurt við setingini.
Tá einir 8 stampar vóru settir, riggaði Árni til, at nú skuldi miðja á. Tað var eitt 5 punds lodd sum hann gjørdi á stampaskiftið ímillum samp nr. 10 og 11 og gjørdi tað fæst í ein enda, sum hann hevði fingið av “bátadekkinum” frá Jacob Ritter. Tá so stampur nr. 10 var farin, tók stampaskiftið loddið við sær og samstundis tveitti Jacob miðjuboyuna aftaná. Soleiðis vóru fýra miðjur brúktar til hesar 50 stamparnar.
Orsøkin til miðjurnar er helst bæði fyri at halda línuna so væl á plássinum sum gjørligt, men eisini fyri at lættari skal kunna byrja aftur at draga, um so er at línan slitnar undir draging og “vit fáa enda”, sum tað eigur.
Einar 2/3 av línunum settu vit úr 14 fjórðingum og út eystureftir, tá vóru vit komnir út á ryggin har í Geiranum og tá bleiv seinasti triðingurin settur vestureftir. Skiparin, Eyðólvur Vang hevði sitið í skiparastolinum síðani vit fóru av Klaksvík. Nú var klokkan um 9-10 tíðina á morgni og ljóst var.
Tá endaboyan og dreggið vóru farin, varð byrjað at sigla aftur til byrjanina.
Ímeðan gjørdu vit klárt at fara undir draging og fingu okum síðani ein bita at eta. Einir 20 minuttir vóru at sígla ímillum.
Skjótt var at finna boyuna og dragingin kundi byrja. Nú fór skiparin at fáa sær ein blund. Hann svav ímeðan vit drógu tvey tey fyrstu miðurúmini og mundi sostatt fáa einar fýra tímar svøvn
Ringur botnur er har norðanfyri. Her eru korallir og stórir steinar, so vit mundu fáa enda einar tvær ferðir. Hetta tarnaði okkum nakað.
Um fiskiskapin er at siga, at vit fingu ein hampuliga dag, umleið 100 pund á stampin, tað er als ikki nakar serliga góður dagur, men brúkiligt, um fiskaprísurin er høgur. Slagið var hýsa, toskur, brosma og loonga.
Sum sæst á myndunum, so fingu vit eisini eina havtasku, ið hevði etið ein tosk, sum var á línuni. Toskurin kom so heilur úr aftur havtaskuni. Harafturat kom ein sjaldsamur hávur, ið eisini sæst á myndunum. Um hendan hávin, havi eg skrivað í blaðnum, sum kom út í seinastu viku. Tað var ein smáblettutur Reyðhávur, ið ikki er fingin á so djúpum vatni í Føroyum áður. Meira kann lesast um hann í Norðlýsinum nr. 3. Sum rosinan í pylsuendanum, so fleygaði Árni havhestar og skrædlaði.
Sera gott veður var hendan leygadagin. Hóast vánaligt ljós, so fekk eg nakrar myndir hendan dagin, tær síggjast niðanfyri.
































































































































































































































































