Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein væl nøgdur liðskipari

John William Joensen

Jákup Mikkelsen sigur at hóast tað kendist sum at vinna – tí útjavnandi málið kom í seinastu løtu – so var hann sum venjari betri nøgdur við fyrra hálvleik

– Eg haldi at vit spældu ein góðan dyst og megna stóran parta av dystinum at halda okkum til útgangsstøði.

– Tá so útjavnandi málið kom í yvirtíðini kendist tað sum ein sigur, men frá einum sjónarmiði sum venjari eri eg betri nøgdur við fyrra hálvleik.

– Vit lógu sera kompaktir og megnaðu at halda Víkingi burtur frá málmøguleikum. Teir koyrdu sera nógv uppá langar bóltar – men tað gav sera lítið.

– Í hálvleikinum løgdu vit okkum eftir at verða klárir til seinra hálvleik tí í undanfarnu dystunum hava vit mist takið í seinra hálvleiki og tá farið var á vøllin vísti tað seg eisini hesuferð at vit lótu meira av spælinum yvir til mótstøðuliði.

– Teir fingu tvey skjót mál sum ørkimlaðu okkum nógv eina løtu men vit megnaðu at halda fast við samanspælið og tá vit seinasta korterið sendu meira fólk við í álop áttu vit dystin.

– Tað gav eisini úrslit í seinastu løtu og tí kendist tað sum at vinna.

Trupul dystir í Gundadali
Jákup Mikkelsen sigur at dysturin móti B36 í Gundadali verður ein sera trupul uppgáva.

– Eg vóni at allir leikarar verða tøkir – men í gjár noyddist Steffan Kalsø av vøllinum við skaða.

– Men vit trúgva uppá okkum sjálvar og fara til Havnar eftir einum stigið og eg haldi ikki at hetta verður ógjørligt hóast B36 í løtuni er flúgandi við seks stigum.