Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Ein vakur morgun

Oliver Joensen

Tú verður eitt sindur upplyftur av einum so vøkrum morgun, ikki minst av at síggja at tað grør. Páskaliljurnar standa flottar, íslendski pílurin spílar seg út og hjálpirøturnar byrjað rættuliga at koma fyri seg. Hugaligt er eisini, at útróðrarbátarnir aftur eru byrjaðir at sigla út og inn eftir vágni og nótabátarnir eru farnir til fiskiskap eftir ein steðg.

Vit hugdu í Norðlýsið í morgun at vita hvat skrivað var um fyri 30 árum síðani ella nærri 20. apríl í 1990 – Ein yvirskrift “Steintór Føroyameistari” (Talvkapping hevur verið á páskum) – Norðoya Frítíðarráð boðar frá at hevur tú hug at koma á skránna fyri Norðoyastevnuna, so er freistin 1. mei. – Henry Andreassen hevur eina grein: “Navnalóggávan: Stórkalvi ella krutt”. – KÍ sligið HB út í Steypakappingini. – Heini Olsen (sáli, blaðstj.) vann vakurleikatalvið. – “Gamlamannadansur fyri ommur og abbar – 20 ára aldursmark”. – Og Strandfaraskip Landsins lýsa við flogferðaseðlum til Skotlands.