Ídag var ein av teim fáu rættuligu várdøgunum, vit hava fingið higartil í ár. Hetta lótu tær báðar dagpleygumammurnar, Siri Mørkøre og Elin Olsen ikki fara aftur við borðinum. Tær lógu børnini í, og fóru ein túr niðan á Fossar, har tey smáu hugnaðu sær í reinu løkjunum har uppi.
Elin segði, at tær báðar plagdu at vera saman um útitiltøk fyri børnini. Sjálvt um nógv regn hevur verið allan vetur, so hava vit verið nógv úti. Regnið ger ikki so nógv, tað er verri við vindinum. Harðar hvirlur koma ikki væl við tá vit ætla okkum út.
Men ídag, søgdu tær báðar við ein munn. Hetta er bálsam fyri sálina og likamið hjá børnum at royna seg her uppi í óvjavna haganum og at hugna sær við teir smáu løkirnar. Jú, vit og børnini hava havt tað sera hugnaligt her uppi í dag.




