Í morgin fóru vit ein skjótingatúr. Veðurmenninir søgdu frá at vindurin skuldi minka út á dagin ídag, ættin útnyrðingur og tí skuldu líkindini verið góð sunnanfyri norðoyggjar.
Men veðrið royndist so sum so, í veruleikanu beint tað øvuta av tí sum veðurmenninir høvdu spátt. Tað var nevniliga dýrd ímorgun og hvassur vindur seinnapartin.
Men vit fingu ein fínan túr, ikki bara tí vit fingu 19 fuglar, men upplivingin við vetrarsólini og hóttanini frá kavaælunum, var eitt visuelt spæl av teim heilt ótrúligu. Vit høvdu bert eitt lítið lummatól við okkum, men ikki kundi eg lata vera at leggja myndirnar út her. Tær vísa enn einaferð hvussu ótrúliga vakurt land vit eiga.
Bygdirnar, ið síggjast eru sjálvandi Hattarvík og Svínoy:




