Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein viti innan pedagogiska heimin farin

Jógvan Philbrow

Sum formaður í Føroya Pedagogfelag vil eg her koma viðnøkrum hugleiðingum um Rógva Thomsen.

 

Stórur var skelkurin, ið vit fingu 14. juni, tá ið vitfrættu, at Rógvi var farin. Hendan morgunin hevði eg, saman viðdagstovnaráðnum, avtalað fund við hann. Vit arbeiddu, saman við Rógva, við atfyrireika eina ráðstevnu, sum skuldi seta orð á føroysku námsfrøðina – einuppgáva, sum Rógvi sá sum eitt av sínum hjartamálum.

 

Rógvi var lærari og cand.ped. og arbeiddi seinastu tíðinasum námsfrøðiligur ráðgevi. Hann var sera upptikin av at hjálpa okkara børnumog ungu, sum høvdu tað trupult í lívinum, og eitt annað hjartamál hjá honum varat steðga happing, og legði hann ikki fingrarnar ímillum at siga sína hjartansmeining.

Rógvi fylgdi væl við, hvat fór fram innan gransking ánámsfrøðiliga økinum. Við sínari stóru vitan innan fakið, hevur hann verið einhollur stuðul hjá Føroya Pedagogfelag seinastu árini.

Hann gjørdi námsfrøðiligu vangamyndirnar, og var hannaltíð fúsur at ráðgeva, tá ið álit skuldu skrivast. Eisini var hann sera góðurat heita á, tá ið lógaruppskot/kunngerðir vóru til hoyringar.

 

Altíð var hann frammi við penninum, og bar síni altíð vælgrundgivnu sjónarmið fram, tá ið námsfrøðin var til umrøðu. Hann heltnógvar fyrilestrar runt í landinum, og mong eru tey, ið arbeiða á okkara øki,sum hava vent sær til hansara og eru ríkaði við hansara vitan. 

 

Rógvi hevur í sínum virki, sum lærari á Læraraskúlanum,seinni Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, verið við til at útbúgvað einstóran part av námsfrøðingunum, ið nú virka innan námsfrøðiliga virkisøkið.Hann hevur verið ein virkin og íðin partur av teirra búning, og legði stórandent á at menna námsfrøðiligu fatanina hjá tí einstaka lesandi.

 

Ikki minst havi eg sjálvur notið væl av hansara vitan ogágrýtni, bæði sum lesandi, í mínum yrki á dagstovni, sum nevndarlimur og eisininú sum formaður.

 

Rógvi hevur nú lagt árarnar inn, men ringarnir í sjónumeftir honum fara framhaldandi at spreiða seg.

 

Ein stríðsmaður og ein fyrimynd á námsfrøðiliga økinum erfarin, ikki bert hevði hann týdning fyri okkara fakøki, men fyri alt taðføroyska samfelagið. Stórur verður saknurin eftir honum.

 

Vegna Føroya Pedagogfelag

Jógvan Philbrow, formaður.