Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eina milliard til stríð mótvegis yvirgangi

Danial Viðoy

Keypmannahavn: Danska stjórnin fer klokkan 11.30 at leggja fram ein mótyvirgangspakka. Hetta er ein liður í at styrkja arbeiðið hjá PET og donsku løgregluni. Kostnaður verður knappliga eina milliard krónur.

Keypmannahavn: Danska stjórnin fer klokkan 11.30 at leggja fram ein mótyvirgangspakka. Hetta er ein liður í at styrkja arbeiðið hjá PET og donsku løgregluni. Kostnaður verður knappliga eina milliard krónur.

Allir donsku floksformenninir møttust í tíðliga í morgun til tess at viðgera yvirgangs-kreppuna. Skjótt hevur gingið at fingið eina semju í lag, tí longu um middagsleitið verður úrslitið lagt fram.

Hetta veit tv2 at siga í morgun.

Talan verður um ein mótyvirgangspakka: ”Eina sterka vernd mótvegis yvirgangi – 12 nýggj tiltøk til tess at basa yvirgangi”. Í pakkanum eru 12 ítøkilig punktir og knappliga eina milliard krónur til nýggj og óbrúkt amboð.

Eitt týðandi stig í ætlanini er, at bæði PET og tilbúgving løgreglunnar skulu styrkjast, soleiðis at tað verður betri møguleiki at hava eftirlit við kriminellum umhvørvi og einkultpersónum.

Eisini vil stjórnin styrkja førleikar hjá PET til at gjøllkanna og tillaga væntandi upplýsingar og at fylgja gongdini í yvirornaðum yvirgangshóttanum.

Samstundis vil danska stjórnin styrkja tilbúgvingina í teimum løgregluøkjum, sum eru serliga útsett, og at styrkja tær skipaðu eftirlitsuppgávurnar hjá PET.

Ein milliard

Pengarnir fara at verða brúktir soleiðis:

– 150 milliónir krónur til IT og gjøllkanningar hjá PET og løgregluni.

– 55 milliónir til lívvaktir hjá PET.

– 200 milliónir til tilbúgving og eftirlit (m.a. vakmyndaeftirlit).

– 415 milliónir til donsku fregnartænastuna – savnan av upplýsing og gjøllkanning av yvirgangshóttanum.

Harumframt inniheldur hesin nýggi mótyvirgangspakkin meira heimild til eftirlit. Tað snýr seg millum annað um, at fáa meiri atgongd til upplýsing um fólk, sum fara til Sýria og Irak at kríggjast.