Hóast uppskot um at gera Føroyar til eitt valdømi enn ikki er lagt fram, og tí heldur ikki er samtykt á tingi, so hevur høvuðsstaðarpressan longu nú lagt allar Føroyar undir seg tá talan er um uppstilling til val.
Leiðarin:
Blaðstjórin skrivar
Sum skilst, so ætlar Edmund Joensen, løgtingsformaður, at legga uppskotið fram um Føroyar sum eitt valdømi. Grundgevingar hansara hava mest gingið út uppá, at “so kunnu vit diskutera landspolitikk í tinginum”. Tá so í sama andadrátti verður tosað um hvussu bítið av tingmonnum verður kring um í landinum, verður ró upp undir, at útjaðarafólk hava sama møguleika at vera vald sum áður, tí teimum stendur í boði at koma upp á lista hjá teim ymsu flokkunum hóast bert eitt valdømi.
Onki verður sagt um valfeløgini kring um í landinum. Fara hesi at virka um so er at vit bert hava eitt valdømi. Sum er gongur sera striltið at halda valfeløgini gangandi. Tað er onki at taka seg aftur í, at smáu flokkarnir eru fegnir um eitt valdømi, kanska mest tí, at tey hava sera trupult við at organisera síni lokalu valfeløg og til tíðir hava smáu flokkarnir tí valt ikki at stilla upp allastaðni.
Tá høvuðsstaðarpressan kastar seg út í kjakið um eitt valdømi, so finnur hon sjálvandi serfrøðingar úr høvuðsstaðnum, sum eisini halda, at verður Suðuroyggin, Norðoyggjar, Vágarnar ella Sandoyggin nevndar á tingi, so er talan um lokalpolitikk, nærum alt annað er landspolitikkur.
Um so er at skipanin við Føroyum sum einum valdømi fer at hava við sær at eisini politikarar úr útjaðaranum hóast alt fara at vera valdir, hvar liggur so orsøkin til, at tað sum í høvuðsstaðnum verður kallað lokalpolitikkur, ikki verður umrøddur á tingi?
Og hví verður so ikki “bert” tosað um landspolitikk í tinginum ídag?
Vit fara her at pástanda, at ongar sum helst sakligar grundgevingar eru fyri at gera Føroyar til eitt valdømi.
Í einum demokratiskum samfelag má tað hava áhuga, at demokratiið verður spreitt so langt út í ytstu mørk landsins, sum yvirhøvur gjørligt. Við ávirkanini, sum fjølmiðlar hava ídag, er skjótt til, at meginparturin av tingmonnunum, sum eftirhondini koma at sita á tingi, um so er at vit fáa eitt valdømi fyri alt lendið, verður ein blandingur av forrætningsmonnum, akademikarum og fjølmiðlafólki í høvuðsstaðnum.
Fyri nøkrum árum síðani var størsta grundgevingin fyri at gera landið til eitt valdømi, tað órættvísi, sum liggur í verandi valskipan. Serfrøðingar hava víst á, at tað ber til at rætta upp á hesa skipanina, soleiðis at hon gerst rættvísari enn higartil, og tað átti at verið ein gongd leið.
Við at gera Føroyar til eitt valdømi fáa tit gamaní gjørt tað soleiðis at vit øll sum fara á val hava lutfalsliga somu ávirkan á pappírinum, men ávirkan á hvat?
Vit í Norðoyggjum til dømis, fáa nógv minni ávirkan á um vit fáa mann valdan á ting, enn vit fingu undir gomlu skipanini.
Tá politikararnir í Norðoyggjum, sum eru komnir á ting undir gomlu skipanini eru burtur úr politikki, er stórur vandi fyri at Norðoyggjar bert fáa tveir, ein, ja kanska ongan tingmann, bæði orsakað av fólkakonsentratiónini í høvuðsstaðnum, og ikki minst orsakað av, at kendastu fólkini í Føroyum, helst vera tey, ið høvuðsstaðarpressan velur at gera nakað burturúr, og tað verður heilt vist sum nú, fólk úr høvuðsstaðnum.




